Sunset: Tjaldur-Neistin 25-24 (9-16)

Tá ið Neistin og Tjaldur fóru av vølli leygardagin var tað bara aðru ferð í allari kappingini, at Neistin ikki fekk fult. Og hinvegin var hetta aðru ferð í kappingini at Tjaldur fekk sigur í hús. Spurningurin er so, hvussu tað kann bera til, at niðasta liði í kappingini kann vinna á nr. 1? Fleiri svar eru, eitt er kanska, at Tjaldur er frægari enn tað, sum stigatalvan sýnir, í hvussu er, tá ið tær eru fullmannaðar. Eitt annað svar kundi verið, at Neistin sum so ikki hevur so nógv at spæla fyri í løtuni, tær eru so gott sum í FM-finaluni. Í øllum førum, so ræður um hjá Neistanum at halda fokus, tað eru enn góðar 6 vikur til FM finalurnar 18 og 21 apríl!

Ger eina viðmerking