Foreldrafundir í ungdómsdeildunum týsdagin og hósdagin

Komandi týsdag og hósdag verður skipað fyri foreldrafundum hjá øllum ungdómsliðunum. Foreldrafundir eru eitt gott høvi hjá venjararum, foreldrum og nevnd at hittast og hoyra hvussu venjingin verður skipað og hvørjar uppgávur liggja fyri framman. Uttan hjálp og stuðul frá foreldrunum, er torført at mennað eitt stórt felag sum Neistin. Um vit øll vísa áhuga og hjálpa til á ymiskum økjum, røkka vit langt!

Tíðirnar foreldrafundirnir eru, eru hesar:

Týsdag 4.nov (Kantinan Høllin á Hálsi)
kl.16.15 til 17.00, G12
kl.17.00 til 17.45, G10
kl.18.00 til 18.45, G14
kl.19.00 til 19.45, G17

Hósdag 6.nov (Kantinan Høllin á Hálsi)
kl.16.15 til 17.00, D10
kl.17.00 til 17.45, D12
kl.18.00 til 18.45, D14
kl.19.00 til 19.45, D16/D18

 

Væl møtt!  

Neistin

 

 

 

Hildu fast… og byrjanin kostaði dýrt!

neistakvinnur

Kvinnurnar:

Hóast StÍF argaði, so vunnu kvinnurnar hjá okkum tvey stig sunnudagin. Á pappírinum vóru okkara kvinnur greiðir favorittar, men tað er nú ikki altíð, at pappírið er so eftirfarandi. Fyrstu løtuna av dystinum var í øllum førum ikki nógv, sum bendi á, at nakar greiður favorittur var at síggja í dystinum. Um nakað, so var tað StÍF, sum hevði betra takið, men undan steðginum megnaðu vit tó at toga okkum framum. Eftir steðgin komu óvanliga fá mál fyrstu longu løtuna. Fyri okkum var tað frustrerandi at síggja, at tað bert komu trý mál frá okkara í eitt korter, men tá hinar bara fingu tvey av slagnum, so var skaðin ikki so stórur. Seinasta korterið fingu vit aftur ferð á. Bára og Nico gingu á odda, og so gjørdist talan í seinasta enda um ein sigur, sum á pappírinum gjørdist nógv greiðari, enn hann tóktist vera á vøllinum.

Neistin-StÍF 22-17 (12-10)

Málskjúttar hjá Neistanum: Bára Hansen 6, Milicia Rankovic 5, Lilja Mohr 2, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 2, Annika Thomsen 2, Eir Berg 2

 

Mennirnir:

Móti StÍF vóru vit ikki reiðiliga vaknir, tá dysturin byrjaði, og tað kostaði í seinasta enda. Fleiri ferðir fyrstu umførini hava menninir koppað tøttum dystum, soleiðis at stigini eru komin rætta vegin. Men tann gongdin helt ikki fram, tá StÍF vitjaði okkum um vikuskiftið. Og tað var fyrst og fremst fyrsta løtan av dystinum, sum kostaði í so máta. Vit drógu púrasta svart í einar sjey minuttir, og tá høvdu gestirnir longu runnið avstað. Spakuliga royndu vit at stríða okkum aftur í dystin, og vit megnaðu eisini at koma upp á javnleikin í trimum førum. Men nærri enn tað sama komu vit ikki. Tað kostar nógvar kreftir, um tú ert fleiri mál aftanfyri og skalt vinna teg aftur, og saman við frálíka góðum málmansspæli frá gestunum var hetta nóg mikið til at forða fyri, at nøkur stig spurdust burtur úr hesari royndini hjá okkum.

Neistin-StÍF 22-23 (9-12)

Málskjúttar hjá Neistanum: Terji Mørk 5(3), Sjúrður Thomassen, 4, John í Innistovu 3, Andreas Joensen 3, Rói Berg Hansen 3, Jugoslav Djumic 3, Teitur Magnusson 1, Torkil Mørk Hentze 1

Kvinnurnar halda eisini fast um oddasessin

kvinnur móti VBSum hjá monnunum í gjár, vóru vit øll eitt sindur spent uppá hvussu mundi fara at gangast okkara kvinnum suðuri í Vági, í dag. Vit vita øll, at tað er altíð trupult at vinna í Vági, tað skal ein eyka innsatsur til. Og siga skal, at hettar vístu Neistakvinnur okkum í dag. Úrslitið gjørdist 31-25 til Neistakvinnur. Tað mesta av dystinum vóru okkara kvinnur omaná og sum tað ljóðar, vístu okkara kvinnur betri verjuspæl og betri skipað álopspæl. Stuttligt at síggja eitt lið kempa fyri sigurin og vísa viljan at vinna!

Málini skutu: Milicia Rankovic 10 (4), Jacklin Durhuus 8, Birita Wardum 5, Eir Berg 4, Bára Hansen 2, Lilja Mohr 1, Nicoleta Hansen 1

 

 

Halda fast um oddasessin

NeistamennTað er helst eitt sindur óvæntað, og sjálvi eru vit gleðiliga bilsin. Men veruleikin er, at mansliðið hjá Neistanum heldur fast um oddasessin í landskappingini, nú vit hava spælt fimm dystir. Í dag vitjaðu okkara menn í Klaksvík, har Team Klaksvík hevur sveiggjað sera nógv í ár. Tí vistu vit ikki reiðiliga, hvat vit skuldu vænta, men vónirnar vóru í øllum førum til tvey stig, og tey fingu vit. Tað var fyrst og fremst orkan, sum var á muni í dag. Fyrstu longu løtuna av fyrra hálvleiki var munurin ikki tann stóri, men seinasta korterið undan steðginum sást, at okkara menn eru sera væl fyri og vísa veruliga gott hondbóltsspæl, bæði í álop og verju. Frá 6-5 broyttist støðan til 10-16, og so var nokk eingin ivi um, hvønn veg tað bar. Eftir steðgin var eingin ivi um, at stigini skuldu okkara veg. Eitt skifti var munurin níggju mál, men tá vit slakaðu nakað seinastu løtuna, kundu klaksvíkingar pynta um úrslitið, men meira enn tað varð talan ongan tíð um.

Team Klaksvík-Neistin 22-28 (10-16)

Málskjúttar hjá Neistanum: Andras Joensen 5, Rói Berg Hansen 5, Jugoslav Djumic 5, John í Innistovu 4, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 3(2), Aleks Buha 2

Kvinnurnar mátti lúta fyri Kyndli! og Mennirnir tapa ikki grannauppgerðir!

mynd 1Tað eydnaðist ikki kvinnunum hjá okkum at halda fast um oddasessin, tá vit í gjárkvøldið skuldu royna okkum móti Kyndli. Sum verjandi greipuvinnarar verður Kyndil sjálvandi roknað millum sterkastu liðini í landinum, men skulu vit spæla upp við tey bestu, so skulu vit eisini hava stig frá øðrum favorittum. Serliga vóru tað seinastu 10 minuttirnir undan steðginum, sum vóru dýrir fyri okkum. Kyndil hevði hug at toga seg framum hesa løtuna, og tá ein yvirtalsstøða hjá okkum endaði málleys, sluppu tær grønu at toga seg enn longur burtur. Munurin varð øktur upp í 4 mál, og tað var meira, enn vit megnaðu at svaraðu aftur. Allan seinna hálvleik runnu vit aftaná, og so máttu vit at enda bara ásanna, at á degnum vóru tað grannarnir, sum høvdu takið. Men munurin var nú ikki meira enn so, at tað væl kann spæla øðrvísi av, tá vit hittast aftur.

Kyndil-Neistin 30-26 (13-9)

Málini hjá okkum skutu: Jacklin 8, Milica 5(1), Bára 3 (1), Nico 3, Birita J. 2, Annika 2, Birita W 2, Ása 1

 

Tapa ikki grannauppgerðir. 

Tað er eftirhondini heilt langt síðani, at menninir hjá okkum hava tapt ein landskappingardyst móti Kyndli. Tað kann væl vera, at teir grønu aftur í ár eru stórfavorittar í lokal-uppgerðunum á Hálsi, men enn sum áður fáa vit stig fyri dystirnar. Tað stóð annars nógv á hjá okkum seinasta korterið. Dysturin var fyri tað nógva sera javnur, og báðar verjurnar gjørdu tað trupult hjá mótstøðuni at sleppa framat máltalvuni. Vit tóktust tó hava eina lítla yvirvág, men tá vit fyrst høvdu yvirtalsstøðu uttan at skora, og Kyndil løtu seinni brúkti sítt yvirtal til at skjóta trý mál, sá meira enn svart út hjá okkum. Tá vísti talvan 18-16, og einir 7 minuttir vóru eftir at spæla, men hesar sjey minuttirnar reistust okkara aftur. Kyndil slapp als ikki framat. Mikkjal vísti allan dyst gott spæl, og tað helt hann eisini fast um seinastu avgerandi minuttirnar, og við góðum minutti eftir høvdu vit strítt okkum til javnleik. Vit fingu enntá eitt álop afturat, har vit kundu tikið stikkið fullkomuliga, men tað gekk so heldur ikki. Men avgjørt eitt góðkent úrslit, og eitt meira enn góðkent avrik frá okkara monnum.

Kyndil-Neistin 18-18 (9-8)

Málini hjá okkum skutu: Rói 4, Terji 4(2), Andrass 3, Teitur 2, Djumic 2, Jón 1, Sjúrður 1, Herbjørn 1

Stórsigur til kvinnurnar, megan mennirnir vórðu revsaðir hart!

mynd kvinnurVÍF kvinnurnar fingu ikki eitt bein til jørðina, tá tær vitjaðu í dag. Okkara kvinnur vunnu nevnliga greiðan sigur, og tað var longu fyrstu løtuna, at lunnar vórðu lagdir undir hendan. Longu eftir trimum minuttum tók bonkurin hjá VÍF time-out. Tá var støðan 5-1 til okkum, og ta eydnaðist ongan tíð VÍF at fáa fatur á okkum aftur. Sum fyrri hálvleikur leið, bara øktu vit um leiðsluna, og hóast ferðin dalaði nakað eftir steðgin, so var sigurin á ongan hátt í vanda. Soleiðis hava vit nú fýra stig fyri teir báðar fyrstu dystirnar, og hóast tað framvegis er langur vegur á mál, er ein góð byrjan ikki at forsmáa.

Neistin-VÍF 34-22 (21-12)

Málini hjá okkum skutu: Milica 8(1), Nicoleta 6, Liljan 5, Jacklin 3, Birita W 3, Bára 2(2), Birita J 2, Tórhalla 2(2), Selma 2, Annika 1

Menninir hjá okkum taptu stórt fyri VÍF í dag. Talan var annars um javnan dyst fyrstu 20 minuttirnar, men so gekk heilt galið. VÍF leyp avstað undan steðginum, og fyrstu 11 minuttirnar eftir steðgin skoraðu vit als ikki, meðan gestirnir mest sum skoraðu eftir vild. Tað bar við sær, at allur spenningur í dystinum í var burtur, og hóast vit aftur fingu nakað av glið á spælið, so var hetta bara til at pynta um úrslitið.

Neistin-VÍF 16-32 (9-14)

Málini hjá okkum skutu: Andras 5, Herbjørn 3, Djumic 3, Terji 3, Aleks 1, Rói 1

Fyrsta korterið eftir steðgin gjørdu okkara menn av við sigursvónirnar hjá H71!

H71 og NeistinSo er hondbólturin aftur ígongd. Og bæði hjá monnum og kvinnum varð talan um ein fínan bláan dag. Menninir spældu í Hoyvík, har vit fleiri ferðir fingu fín úrslit í fjør. Og í so máta tóku vit við, har vit sleptu, tí tað eydnaðist okkum nevnliga at vinna dystin.  Avgerandi løtan í dystinum var fyrsta korterið eftir steðgin. Fyrri hálvleikur var annars rættiliga javnur, og tá stóð 12-13 á talvuni. Bara 19 minuttir seinni stóð 14-25, og so var ikki so nógv meira eftir at spæla um. Tað eydnaðist vertunum at minka um munin, tá okkara ikki løgdu heilt so nógv fyri seinastu 10 minuttirnar, men sigurin kom á ongan hátt í vanda. Málini hjá okkum skutu Rói (5), Andras (4), Torstein (4), Terji (4), Teitur (3), Djumic (3), Aleks (3) og Herbjørn (1)

Kvinnurnar spældu í Klaksvík, og har var eingin ivi um úrslitið. Tær vunnu stórsigur 36-16!

Til lukku til bæði kvinnur og menn

 

Veldugur Neistadagur

neistadagurweb1Umleið 200 Neistar í øllum aldursbólkum vóru savnað á Hálsi, nú stórur Neistadagur varð hildin í kvøld.

Fyrst og fremst er talan um átak, har endamálið er at vit mongu í felagnum skulu læra hvønn annan at kenna og koma hvørjum øðrum við. Neistin er jú felagsnevnarin hjá okkum øllum, men tað er kortini ikki so ofta, at vit síggja stóru rúgvuna av fólki, sum virkar í og kring felagið. Ymsir aldursbólkar hava ymsar venjingartíðir, og tí er avmarkað, hvussu ofta vit hittast.

Í so máta var talan um velduga succés, nú fyrsta av ætlandi fýra Neistakvøldum varð hildið. Eftir felags nátturða varð farið inn í sjálva høllina. Har fingu vit rist mettuna av okkum, áðrenn tey luttakandi vórðu skipað í fýra bólkar. Hjá bólkunum vóru ymsir aktivitetir á skránni, og tað var bæði hugnaligt og stuttligt at síggja heldur alternativar stafettir og gummistilvakast.

Ung sum eldri høvdu vit øll eitt frálíkt kvøld, og lítil ivi er um, at uppmøtingin verður í minsta lagi líka góð, tá næsta kvøldið í røðini verður skipað um miðjan november ella so.