Tórshavnar býráð bjargaði Neistanum hallarætlanina

Tøkk til Tórshavnar býráð fyri dygga stuðulin og áhugan fyri hallarætlanini. (Mynd Vagnur)

Tað kom hallarbólkinum í Neistanum dátt við, tá ið bólkurin 9. mars í ár fekk skriv frá Mentamálaráðnum, at Neistin ikki fekk stuðul til høllina við Landavegin. Landsstýriskvinnan í  mentamálum hevði givið Neistanum “signal” um, at felagið fór at fáa stuðul til høllina. Tí fór Neistin undir at gera økið við Landavegin byggiklárt. Neistin var nú fyri óskiljandi mismuni, tí Sandoyggin fær 100% í stuðli, Badmintonhøllin í Klaksvík fekk stuðul, og onnur feløg fingu í vár stuðul eftir gomlu stuðulsskipanini. Í trongari støðu vendi Neistin sær til Tórshavnar býráð at koma Neistanum til hjálpar, so høllin kann byggjast.

Nevndin í hallarbólkinum í Neistanum var í øðini, tá ið hon 9. mars í ár fekk skriv frá Mentamálaráðnum, at Neistin ikki fekk stuðul til hallarætlanina við Landavegin. 2. apríl 2008 søkti Neistin um stuðul til høllina.

Stutta av tí langa er, at fólk í Mentamálaráðnum bøldu á umsóknina hjá Neistanum, so felagið ikki fekk stuðul til verkætlanina. Tað tók næstan tvey ár at fáa umsóknina hjá Neistanum oman til Landsverk til ummælis. Bæði á fundi í Mentamálaráðnum og frá landsstýriskvinnuni fekk Neistin annars “signal”, at Neistin fór at fáa stuðul. Onnur feløg fingu í vár stuðul eftir nú gomlu stuðulsskipanini, millum annað Dansifrøi og Føroya Ríðingarfelag, men Neistin stóð eftir sum svartiper og fekk ikki eina krónu.

Neistin heitti tí á Tórshavnar býráð um at koma felagnum til hjálpar, og býráðspolikararnir skulu hava stóra tøkk, at teir hava víst verkætlanini við Landavegin so stóran áhuga. Hallarbólkurin hevur samráðs seg til eina ótrúliga góða avtalu við Tórshavnar býráð, og á býráðsfundinum hóskvøldið fekk Neistin seinastu upphæddina, sum ger, at høllin kann byggjast. Allir býráðslimirnir tóku undir at veita Neistanum stuðulin við ávísum treytum og at broyta leigusáttmálan soleiðis, at dupult høll ikki skal byggjast seinni á økinum.

Neistin takkar ikki Tórshavnar býráð nóg mikið fyri álitið og stuðulin. Nú trýsta vit aftur á “play”. Fyritøka fer nú at gera tekningar lidnar, útvega byggiloyvi og gera útbjóðingartilfar. Í heyst verður arbeiðið boðið út. Hallarbólkurin miðar eftir, at fyrsti dysturin verður spældur í høllini við kappingarbyrjan næsta heyst. Høllin kostar 25 milliónir at byggja uttan mvg.

Neistin mátti lúka ymsar treytir til tess at fáa avtaluna í lag. Millum annað hevur Tórshavnar kommuna fyrsta møguleikan at leiga høllini gerandisdagar frá klokkan átta á morgni til klokkan tvey seinnapartin. Her verður hugsað um skúlar og barnagarðar í vesturbýnum. Eisini skal Neistin siga frá sær allar venjingartímar í høllini í Hálsi, sum onnur feløg so kunnu fáa.

Hallarbólkurin roknaði við, at Mentamálaráðið var áhuga í verkætlanini, tí nýggi miðnámsskúlin hevur eisini brúk fyri góðum venjingarumstøðum. Men har er eingin áhugi.

Hallarbólkurin er ógvuliga fegin um, at avtalan við Tórshavnar býráð fekst í lag, og hetta takka vit fyri enn einaferð. At Neistin ikki fær stuðul frá Mentamálaráðnum viðførir tó, at Neistans partur av hallarkostnaðinum verður enn størri. (Vagnur)

Ger eina viðmerking