Fyrsta korterið eftir steðgin gjørdu okkara menn av við sigursvónirnar hjá H71!

H71 og NeistinSo er hondbólturin aftur ígongd. Og bæði hjá monnum og kvinnum varð talan um ein fínan bláan dag. Menninir spældu í Hoyvík, har vit fleiri ferðir fingu fín úrslit í fjør. Og í so máta tóku vit við, har vit sleptu, tí tað eydnaðist okkum nevnliga at vinna dystin.  Avgerandi løtan í dystinum var fyrsta korterið eftir steðgin. Fyrri hálvleikur var annars rættiliga javnur, og tá stóð 12-13 á talvuni. Bara 19 minuttir seinni stóð 14-25, og so var ikki so nógv meira eftir at spæla um. Tað eydnaðist vertunum at minka um munin, tá okkara ikki løgdu heilt so nógv fyri seinastu 10 minuttirnar, men sigurin kom á ongan hátt í vanda. Málini hjá okkum skutu Rói (5), Andras (4), Torstein (4), Terji (4), Teitur (3), Djumic (3), Aleks (3) og Herbjørn (1)

Kvinnurnar spældu í Klaksvík, og har var eingin ivi um úrslitið. Tær vunnu stórsigur 36-16!

Til lukku til bæði kvinnur og menn

 

Advertisements

Veldugur Neistadagur

neistadagurweb1Umleið 200 Neistar í øllum aldursbólkum vóru savnað á Hálsi, nú stórur Neistadagur varð hildin í kvøld.

Fyrst og fremst er talan um átak, har endamálið er at vit mongu í felagnum skulu læra hvønn annan at kenna og koma hvørjum øðrum við. Neistin er jú felagsnevnarin hjá okkum øllum, men tað er kortini ikki so ofta, at vit síggja stóru rúgvuna av fólki, sum virkar í og kring felagið. Ymsir aldursbólkar hava ymsar venjingartíðir, og tí er avmarkað, hvussu ofta vit hittast.

Í so máta var talan um velduga succés, nú fyrsta av ætlandi fýra Neistakvøldum varð hildið. Eftir felags nátturða varð farið inn í sjálva høllina. Har fingu vit rist mettuna av okkum, áðrenn tey luttakandi vórðu skipað í fýra bólkar. Hjá bólkunum vóru ymsir aktivitetir á skránni, og tað var bæði hugnaligt og stuttligt at síggja heldur alternativar stafettir og gummistilvakast.

Ung sum eldri høvdu vit øll eitt frálíkt kvøld, og lítil ivi er um, at uppmøtingin verður í minsta lagi líka góð, tá næsta kvøldið í røðini verður skipað um miðjan november ella so.

NeistaSTÓRfundur

Neistin-Madeira-e1387193247762

Mikudagin 27. august kl. 18 í verður fundur í kantinuni í Høllini á Hálsi. Endamálið við fundinum, sum hevur fingið heitið NeistaSTÓRfundur, er at samansjóða kreftirnar í felagnum, at semjast um ítøkilig mál at røkka og at persónar átaka sær ábyrgd av at gera tað, sum skal til, fyri at koma á mál. Fundurin er fyri øll neistafólk, tað verið seg leikarar, venjarar, stuðlafelagslimir, foreldur – ella stutt sagt, øll sum hava eitt blátt hjarta!

Halt áfram at lesa

Nýggj andlit í nevndini hjá Neistanum

mynd nevnd 2014-2015
f.v: Kjartan Thomasen, Súna Mørk, Mona Ziskason, Karsten Hansen og Kári Horn

Á ársaðalfundinum hjá Neistanum vóru 3 nýggj fólk vald í nevndina og 2 nýggir tiltakslimir

Karsten Hansen, Kári Horn og Mona Ziskason komu í nevnd og úr nevndini fóru Kristianna Mohr, Edel Maria Jacobsen og Guðrun Patursson.

Bæði Karsten og Kári sótu áðrenn sum tiltakslimir, og skuldu sostatt 2 nýggir tiltakslimir veljast. Hesir eru nú Andrea Hendriksdóttir og Barbara Høj

Nýggja nevndin hevur skipað seg og sær hon so soleiðis út:

Kjartan Thomassen, formaður, Súna Mørk, næstforkvinna, Kári Horn, kassameistari, Mona Ziskason, skrivari og Karsten Hansen, nevdarlimur.

Vit takka Kristionnu, Edel Mariu og Guðruni fyri tíðuna tær hava sitið í nevnd og ynskja Karsten, Kára og Monu vælkoman 🙂

Jota málmansvenjari næstu 2 árini

JotaNevnd Neistans hevur gjørt avtalu við Zeljko Jotic, betur kendur sum Jota, um at vera málmansvenjari hjá felagnum næstu tvey árini. Jota kemur at vera við í venjingunum hjá besta kvinnuliðnum og hjá besta mansliðnum. Harumframt verður Jota eisini málmansvenjari hjá ungdómsliðunum og skal eisini vegleiða venjararnar at venja og uppala málverjar. Jota er ikki ókendur í felagnum, hann vardi málið hjá besta mansliðnum í fleiri ár eftir aldarskifti.

Vit bjóða Jota at vera vælkomnan “heim aftur”