10 neistalið í Partille Cup 2014

DSC_2862

Partille Cup 2014
Henda frágreiðing er skrivað á heimferðini á motorvegnum suður úr Göteborg í Svøríki. Leiðin gekk móti Oyrasundsbrúnni og síðani til floghavnina í Kastrup og so til Føroya. Í ferðalagnum vóru um 130 neistafólk í tveimum bussum, sum tóku lut í hondbóltskappingini Partille Cup. Hini uml. 70 fólkini, sum eisini vóru í hópinum, vóru farin framman undan, summi við Norrönu til Føroya, onnur á veg suðureftir í feriu.

Hvussu gekst hesaferð?
Vit kunnu siga bæði væl og minni væl, tí tað var sera ymist, sum tey 10 neistaliðini, ið vóru við hesa ferð, kláraðu seg. Summi lið fingu ikki tey nógvu stigini, meðan onnur vunnu nógv. Partille Cup er soleiðis skipað, at liðini fyst spæla í bólkum móti 5 ella 6 öðrum liðum. Tey uml. 3 liðini, sum klára seg best, spæla seg víðari til A-finalurnar, meðan hini fara í B-finalurnar. Av teimum 10 neistaliðunum megnaðu 4 lið at koma í A-finalurnar og serliga væl gekst hjá gentum 14, sum komu heilt upp í hálvfinaluna, sum tær taptu tepurt. Hevði tað verið “stong inn” í staðin fyri “stong út”, so hövdu tær komið sjálva finaluna. Men eitt bronsuheiðursmerki í Partille Cup er í veruleikanum eitt bragd, tí tað merkir, at genturnar vóru millum 4 tey bestu liðini av 116 liðum. Og hetta skal síggjast í ljósium av, at nógv av liðunum, sum luttaka í Partille Cup, eru millum allarbestu liðini, sum eru í aldursbólkinum yvirhövur.

Samanumtikið skal sigast, at tað at taka lut í einari kapping, sum Partille Cup, er sera avbjóðandi. Og tað at fáa hövi at möta liðum úr ymiskum londum á ymiskum stöði er sera mennandi og læruríkt. Ikki minst at sleppa at síggja, hvussu högt stöðið í veruleikanum kann vera. Uttan mun til tað, tað, sum er avgerandi, er at kunna menna seg út frá tí stöði, sum hvört einstakt lið er á og stöðinum, sum hvör einstakur leikari er á. Og hetta snýr seg ikki bara um tað reint hondbóltsliga, men eisini og ikki minst um at menna felags kensluna og at tað at vera saman uttanfyri völlin.

Ein hendingarrík vika er farin aftur um bak. Ein vika, har karmarnir vóru at ganga til og frá hondbóltsdysti, ganga til og frá matarstaðnum og so aftur at ganga til Schillerska Gymnsasiið, har vit öll búðu. So tað vóru ikki bara hondbóltsspælararnir, sum fingu rört seg hesa vikuna, foreldur og onnur fingu sanniliga ríkiligt av motión. Á Schillerska Gymnasiinum búðu vit í skúlastovum og fimleikarhöll, sera góðir karmar, sum góvu öllum í ferðalagnum möguleika at vera saman, bæði í bólkunum rundan um liðini og ikki minst á felags savningarstaðnum úti á trappuni frammanfyri skúlan, har serliga tey vaksnu savnaðust at eftirmeta dagsins gongd. Ikki tí, “trappulívið” tiltrekti eisini tey yngru og tað var eisini her, at vatnkríggj var so at siga dagliga – við stóru finaluni leygarkvöldið, har mestsum öll fingu karm.

Longu nú eru fleiri farin at gleða seg til Partille 2016

 

Niðanfyri eru nakrar støðumyndir frá Partille. Viðmerkjast skal, at myndirnar eru tengdar at dr.14 liðnum, tí myndatakarin fylgdi teimum. Vónandi kann heimasíðan fáa myndir frá øðrum liðum eisini, send til neistintorshavn@gmail.com.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s