Bóðu vetrinum farvæl!

MinihondbólturYngstu Neistafólkini hava hugna sær á Argjum í allan vetur. Mánadagin endaði hondbóltsveturin við útferð.

Mest sum hvørt mánakvøld – okkurt einstakt varð órógvað av próvtøkum – í vetur hava yngstu Neistabørnini hugnað sær á Argjum. Leisturin hevur verið rímuliga fastur, har felags upphiting hevur verið á skránni, áðrenn tey allar yngstu og tey eitt sindur eldru eru bólkað fyri seg, og síðani hava hondbóltur, rørslur og venjing verið á skránni. Altíð við spælinum sjálvum í miðdeplinum, og bæði fyri børn og foreldur hevur talan verið um framúr hugnaligar mánadagar, har blaú troyggjurnar, sum eru lønin fyri goldið limagjald, hava verið nógvar í tali.

Alt fær tó ein enda, og tað gjørdi hesin hondbóltsveturin eisini, tó at hesi yngstu børnini hildu á tvær vikur longri enn flestu aðrir hondbóltsungdómar í landinum.

Mánadagin var so endabresturin á skránni, og her varð í góðari tíð avrátt, at útferð skuldi gerast, um tað viðraði, og tað gjørdi tað tíbetur, hóast regnváta vikuskiftði sá eitt sindur hóttandi út í so máta.

Skúlin á Argjahamri hevur verið karmur um venjingarnar, og haðani er leiðin til hugnalig útferðarstøð ikki serliga long. Gingið varð nakað niðan á, og skamt frá Likkudali kundu beinini hvílast og matpakkarnir etast. Sum vera man, so var talan eisini um framúr spælipláss hjá børnunum, sum fingu ein smakk av vøkru náttúruni í Føroyum. Og enntá fingu tey eisini eygað á onkra haru – ella sum onkur teirra tók til – eina heila haru! Sig so tað.

Nú stendur eitt vónandi vakurt summar fyri framman, og eingin ivi er um, at hetta er nakað, sum børn flest gleða seg til. Men eins lítil ivi man vera um, at hesi Neistabørnini longu eru farin at gleða seg til, tá dagarnir aftur styttast, soleiðis at hugnaligu hallartímarnir við hondbóltsspælinum í miðdeplinum aftur sleppa at fylla eitt kvøld hvørja viku.

Takk fyri í vetur!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s