Kvinnurnar vunnu 28-26 á Víf í kvøld

Marjun, Birita og Bára
t.v. Birtia Jacobsen, Bára Hansen, Marjun Danberg

Dysturin í kvøld bleiv ein tættur dystur, sum vænta varð. Okkara kvinnur komu betur frá byrjan, og vóru tær eisini frammanfyri allan fyrra hálvleik við tveimum og trimum málum. Spælið gekk væl til tíðir, og kvinnurnar sóu út til at hava yvirskot. Hálvleiksstøðan var 14-10 til okkara kvinnur. Hvat Jan Ottosen hevur sagt við sínar spælarar í hálvleikinum, er ikki lætt at vita, men óansæð hvat, so byrjaðu Víf kvinnur sum eitt oydnarveður í seinna hálvleiki. Tí, tá ið seinni hálvleikur bert var 4.min. gamal, var støðan 14-15 til Víf kvinnur, og nú vóru tað tær sum vóru omaná og vístu yvirskot. Serliga vóru tað skjótálopini okkara kvinnur ikki megnaðu at steðga. Neistakvinnur vóru ikki klárar og var tað als ikki nøktandi. Venjarin, Kári Horn, var skjótur at biðja um time out og harvið steðga tað góðu gongdina hjá Víf. Hettar vísti seg at hjálpa og okkara kvinnur kempaðu seg framum aftur við 1 og 2 málum, men dysturin var alla tíðuna javnur eftir hettar. Tá ið klokkan vísti 26.00 min, var støðan 26-23 til Neistan og hildu vit, at nú var sigurin komin í hús, men tað var lættari sagt enn gjørt. Spenningur kom veruliga í aftur hesa síðstu løtuna. Neistin kastaði bóltar burtur, fekk eina útvísing og Víf skoraði í hinum endanum. Men Neistakvinnur megnaðu at halda høvdi kalt, vísa ein sannan stríðsvilja og harvið vinna dystin 28-26. Ein ordans lætti og frøi á bæði spælararum, venjararum og fjeppararum. Sum onkur tók til, “nú kann eg sova væl aftur” 🙂

Hjartaliga til lukku 🙂

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s