Fyrilestur við Lasse Boesen mánakvøldið 9. september kl 19.00, í Eysturskúlanum

Lasse Boesen, heimasíðaMánadag seinnapart luttaka hondbóltsleikararnir Lasse Boesen og Simon Jensen úr KIF Kolding København í gøtuhondbóltstiltaki fyri føroysk børn á Vaglinum í Havn.
Í hesum sambandi verður fyrilestur við fyrrverandi danska landsliðsleikaranum Lasse Boesen, ið fer at siga frá um gøtuhondbólt og hugsjónina handan spælið.

Fyrilesturin verður í Eysturskúlanum í Havn mánakvøldið 9. september kl. 19.00. Aftaná fyrilesturin verður møguleiki at royna seg í gøtuhondbólti í skúlagarðinum saman við Lasse og Simon.

BankNordik skipar fyri fyrilestrinum í tøttum samstarvi við Street Handball Organisation, Hondbóltssamband Føroya, KIF Kolding København og Neistan. Øll eru vælkomin til fyrlesturin, sama hvat ítróttarfelag og hvørja ítróttargrein ein hoyrir til.

Væl Møtt!

Um gøtuhondbólt
Meginhugsjónin handan gøtuhondbólt (Street Handball) er at eggja børnum og vaksnum til at íðka ítrótt uttan mun til førleikar og umstøður. Gøtuhondbóltur snýr seg um spæl, rørslu og um at stuttleika sær – tað snýr seg ikki um kapping ella um at vinna og tapa.
Við gøtuhondbólti verður hondbóltsspælið flutt úr høllini og út í skúlagarðin ella út í tún. Á tann hátt gerast ítróttur og rørsla ein natúrligur partur av gerandisdegnum á ein stuttligan og spælandi hátt.
Grundarlagið undir gøtuhondbólti er “tann góða upplivingin”, og tað er Lasse Boesen, ið eigur hugskotið til spælið. Í tøttum samstarvi við m.o. Ole Bruun Andersen, fyrrverandi úrvalsspælara og hondbóltsvenjara, arbeiðir Lasse Boesen við at breiða út kunnleikan til gøtuhondbólt.
Um Street Handball Organisation
Lasse Boesen var við til at stovna felagsskapin Street Handball Organisation (SHO) í 2009 við tí fyri eyga at breiða út gøtuhondbólt í Danmark og Norðurlondum. Lasse og felagsskapurin SHO hava megnað at breitt kunnleikan um gøtuhondbólt út um norðurlendsk landamørk. M.a. hava teir staðið á odda fyri størri verkætlan fyri neystødd børn í Kenya.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s