Menninir mistu á stokkinum

H71-Neistin 1:  27-25 (25-24) (23-23) (13-9) 

Neistin 1 og H71 spældu í kvøld fjórðingsfinalu i Coca-Cola steypakappingini. Dysturin var í Hoyvík. Lat tað verða sagt beinanvegin, at hóast lið Neistans á pappírinum æt Neistin 1, so var talan um um sterkasta lið Neistans. Soleiðis valdu venjararnir at raðfesta.

Talan gjørdist um ein javnan dyst, har H71 tó hevði leiðsluna meginpartin av fyrra hálvleiki. Men frá 10. til 19. minutt í seinna hálvleiki eydnaðist tað at halda H71 frá at skora, meðan Neistin skoraði 6 ferðir – og fór tá frá at ligga 3 mál aftanfyri til eina 3 máls leiðslu. Tá ið tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Neistin framvegis frammanfyri við trimum, nevniliga 20-23. Men seinastu løtuna fekk H71 trý mál og so var javnleikur og umdystur.  Í umdystinum legði H71 betur út og megnaði at halda Neistan aftanfyri – ja og so glapp hasin fongurin. Spell, men spenningur til síðsta brígsl!

 

Neistin: Mikkjal, Bartal, Rógvi, Teitur (5), Rói (1), Andras (5), Beinir (3), Kristian, Herbjørn (3), Jugoslav Djumic (2), Torstein (4), Aleks, Terji (2). Venjari: Áki Mørk, Sjúrður Thomassen.

H71: Ári, Tóraldur, Rógvi (4), Niels Viggo (4), Bogi (4), Hanus, Høgni D, Høgni Ó, Ári (2), Rúni (4), Hans Kári (4),  Bogdan (2), Sigmundur N (2), Sigmundur D, Andor Sivertsen  (5).  Venjarar: Petur, Halgir, Jens, Lars

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s