Útisetarnir bjóða av

Útisetar: Á myndini síggjast m.a. Bogi, Jens, Rósing, Tróndur og Jákup
Útisetar: Á myndini síggjast m.a. Bogi, Jens, Rósing, Tróndur og Jákup

2. jóladag kl 17 verður dystur millum Atlantic Airways mansliðið hjá Neistanum og einum útisetaliði við neistamonnum úr útlegd í Gundadalshøllini. Eftir grannadystin móti kyndli, sum endaði við einum javnleiki, halda mennirnir hjá neistanum nú jól. Men hondbóltsstegðurin verður ikki drúgvur, tí longu annan jóladag skal jólamaturin brennast av, tá dystur verður í Gundadalshøllini, har neistaútisetar hava sett unga neistaliðnum stevnu. Nógvir neistamenn hava sína dagligu gongd uttanfyri landoddarnar og nú um jóltíðir eru flestu teirra komnir heim. Ymisk er hvussu er við hondbóltsforminum. Fleiri spæla hondbólt í ÍF Føroyum, aðrir divisións hondbólt í Danmark, meðan hjá øðrum er lang tíð síðani hendurnar vóru í harpikskrukkuni. Tí verður spennandi at síggja, um teir klára at standa ungu neistamonnunum kurl. Hans Holm Fer at standa á odda fyri útisetunum, meðan Hjalmar Petersen og Birgir Poulsen skal halda skil á at alt gongur rætt fyri seg.
Eitt er tó heilt vist, menn tykjast tendraðir og siga –  í stuttari viðmerking – at teir gleða seg til eitt hondbóltsbrak.
Teir, ið manna útisetaliðið vera:
Tróndur Kragesteen (Holte)
Rósing Rasmussen (Ajax),
Bogi Berg (FIF),
Jens Mohr (ÍF Føroyar)
Jóhan Brekkstein  (ÍF Føroyar)
Jákup Apol,  (ÍF Føroyar)
Djóni Højgaard (ÍF Føroyar)
Jákup Joensen (ÍF Føroyar)
Dann Torleifsson (KFUM)
Carl Herup Olsen, (París)
Heini Ragnarson (Aarhus)
Ári Dam (H71)
Tummas Pauli Hanusarson
Hans Holm, Venjari

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s