Gentur 13 taptu ¼ finaluna 10-9

Tíverri gekk ikki eftir vild hjá gentunum í morgun. Tær komu afturút beinanvegin, vóru helst ikki ordiliga klárar tá dysturin byrjaði. Harafturat brendu tær 2 brotskøst og fleiri upplagdar málmøguleikar – tá so dómararnir heldur ikki vóru við okkum, varð trupult !

Genturnar vóru øðiliga skuffaðar, men tá vit vóru og hugdu eftir finaluni, gjørdist greitt, at tað liðið sum vit taptu tepurt til ímorgun, vann bólkin. So við eitt sindur av hepni og betri spæli, kundu tær lættliga vunnið bólkin.

Foreldrabólkurin hevur saman við leikarunum, longu stungið út í kortið, at farið verður avstað aftur komandi ár, og tá skal bólkurin vinnast 🙂

Vit venda nøsina heim aftur í morgin, og tit frætta sostatt ikki meiri frá okkum á hesum sinni.

Eftir eina frálíka uppliving í Gøteborg, kekka vit skjótt út, men verða skjót aftur !

”pn has left the building 🙂 ”

3 thoughts on “Gentur 13 taptu ¼ finaluna 10-9

  1. Hetta er besta myndin á ferðini í Svøríki. Fegin foreldur og spælarar, og so við serliga manninum liggjandi fremst á myndini. Hann hevur nú einsamallur ábyrgdina av kvinnubólkinum, so hann hevur nóg mikið at takast við í summar og eftir ólavsøku.
    At lið tapa hondbóltsdystir, er ikki nakað nýtt. Spælið er uppbygt soleiðis, at tú kanst vinna, tú kanst tapa, og onkuntíð kanst tú spæla javnt. Eg kenni ongan persón, sum bara vinnur á lívsleiðini. Stuttleikin at hava verið í Svøríki og upplivað Partille cup, minnist tú altíð allarbest.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s