Bólkaspælið liðugt – nú byrjar endaspælið !

Bólkaspælið er nú liðugt, og øll liðini fara ímorgin at spæla endaspæl í Partille Cup. Vónirnar eru sjálvandi góðar og spælarar, eins og venjarar, fara at gera alt fyri, at røkka so langt sum møguligt.
Dystir verða frá tíðliga á morgni til seint fríggjakvøldið og í endaspælinum má hvør dystur vinnast, tí taparin rýkur út.
Føroysku landsliðini hava leikt seg í A-bólkin, og skulu somuleiðis spæla fleiri dystir ímorgin, meðan øll neistaliðini spæla í B-bólkinum. Nøkur av liðunum vóru sera nær við at røkka endaspælinum í A-bólkinum, serliga vóru tað G13, G12 og D11, sum vóru tætt við, men hesaferð var neyðuga hepni ikki við okkum.
Tað er ikki bara hondbóltur á skránni í Gøteborg, fleiri av liðunum hava í dag verið í stóru stuttleikaparkini ”Liseberg” og leikararnir hugnaðu sær óført.

4 thoughts on “Bólkaspælið liðugt – nú byrjar endaspælið !

  1. Stuttligt at frætta frá tykkum úr Gøteborg. Heilt vist upplivingar, sum seta seg fast í minnið hjá tykkum, hevði vilja verið við. Koyrið á!

    Like

  2. Spennandi at fylgja við tykkum øllum og hvussu tað gongur – ljóðar ordiliga stuttligt og spennandi og tað kann eg gott fylgja tykkum í – hettar eru dagar man altíð kemur at minnast 🙂 Góða eydnu víðari 🙂

    Like

  3. Sum man verður errin av at síggja tykkum umboða bláa litin so væl uttanlands. Deiligt at vit kunnu fylgja við og síggja myndir frá einum heilt sikkurt ógloymandi túri. Góð úrslit og gott lag. Vit gleða okkum at síggja tykkum heima aftur í øllum góðum 🙂

    Like

  4. åh tit eru heldig at verða í Svøríki, eri mega øvundsjúk! deiligt at kunna fylgja við gongdini, nú mugu gentuurnar hava góða eydnu í morgin. Drívið á og vísið hvat tit duga.Tit eru óførar

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s