Neistin tendraði aftur

Savnsmynd

Neistin-VÍF 43-33 (19-17)
Í mun til seinastu mánaðirnar, var Neistaliðið, sum spældi í dag, ikki til at kenna aftur. Ella sagt skuldu vit heldur sagt: soleiðis kenna vit Neistaliðið! Her vóru aðrir bollar komnir í suppuna, her var spæligleði, ferð og gott lag og tað var týðiligt at menn høvdu “geist” ella skulu vit stga “neista”?. Hóast tað ikki sæst aftur í tølunum, so stóð verjan væl, tað vil siga móti tí “etableraða” álopsspælinum. Tá ið tað so eisini eydnaðist at steðga skjótálopunum hjá Vestmenningum gjørdi tað mun.

At lata 33 mál fara inn er vanliga ikki góðkent verjuavrik. Men, tá ið tað ber til at skjóta 10 fleiri í hinum endanum, kann ikki annað enn sigast, enn at hetta man vera á einari góðari leið. Og hetta var móti einum liði, sum liggur næst til at koma í FM finaluna, meðan vit sum so ikki hava annað at spæla um enn bronsuna. OK, vit hava enn teoretiskan møguleika, men so mugu bæði H71 og VÍF tapa einar 3 dystir hvør og vit vinna alt. Tað seinna kunnu vit avgera sjálvir, verri er við tí fyrra.

Tað sigur nógv um

Málskorarar Neistans: Teitur 2, Jákup Apol  7, Josef 7, Heini 9, Jugo 4, Beinir 1, Andras 3, Finnur 8, Terji 2.

One thought on “Neistin tendraði aftur

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s