AA: VÍF-Neistin 26-26 (12-16)

Neistin og VÍF spældu í dag ein sera týðandi dyst í Vestmanna, her stóð nógv upp á spæl, nevniliga, hvat av liðunum skal hava atgongumerki til FM finaluna. Neistin hevði ta betru byrjanina og hevði, tá ið hálvur hálvleikur var leiktur, eina fýramáls leiðslu, nevniliga 5-9. Og hóast VÍF royndi at koma tættari, so vóru framvegis fýra mál á muni, tá ið farið varð til hálvleiks. Í seinna hálvleiki hevði VÍF meira viðvind og minkaði um málmunin. Neistin hevði trupulleikar at halda spæliferðina uppi og tað útnyttaðu kviku vestmenningarnir. Tá ið so neistamenn vóru sera óneyvir við skotunumm, mistu teir fyrimunin. Seinastu 8 minuttirnar gekk púra javnt á. Tá ið hálvurannar minuttur var eftur var støðan 26-26 og time out. Men hóast bæði liðini móti endanum fingu 100% møguleikar, so bjargaðu málmenninir í báðum endunum og so var javnleikurin veruleiki.

Um hoyvíkingar vinna næsta dyst so eru Neistin, VÍF og H71 jøvn í stigum og hetta má sigast vera kapping, sum vil nakað. Vit kunnu vænta nógvan spenning næstu vikurnar. Men, ein dyst í senn, plagar man at siga, so fyribils hugsa vit um steypafinaluna komandi leygardag.

Nakrar støður í dystinum
60 min:  VÍF-Neistin 26-26
58.30 min:  VÍF-Neistin 26-26
56 min:  VÍF-Neistin 25-25
53 min:  VÍF-Neistin 24-24
45 min: VÍF-Neistin 19-22
30 min: VÍF-Neistin 12-16
21 min: VÍF-Neistin 9-11
14 min: VÍF-Neistin 5-9

One thought on “AA: VÍF-Neistin 26-26 (12-16)

  1. Sera spell, at vit ikki vunni í Vestmanna leygardagin, men sigast skal tó, at har var nógv posetivt at hóma, serstakliga í fyrra hálvleiki.
    Leygardagin er ein nýggjur og altavgerandi dystur, har vit hava ein gyltan møguleika at onga okkum steypið aftur.
    Taki tad við tykkum, ið víst var í fyrra hálvleika í Vestmanna og læt okkum síggja tveir tíllikar hálvleikir leygardagin. So skulu vit nokk røkka málinum.
    Góða eydnu og alt besta.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s