Stjørnan-Neistin 26-25 (14-15)

Savnsmynd

Fyrri hálvfinaludysturin millum Stjørnuna og Neistan var í dag í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá ið avtornaði, eydnaðist Stjørnuni at vinna við einum máli. Neistin hevði ta betru byrjanina og lá leingi frammanfyri. Sum dystur leið, kom Stjørnan meira við og Neistin fánaði nakað, men førdi tó við hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki legði Stjørnan út við longum álopum, sum í fleiri førum endaðu við máli – eftir at dómararnir leingi høvdu havt hondina uppi. Tá ið so Neistaleikararnir endiliga sluppu í álop, vóru tær ov ótolnar, gloymdu grundspælið og vildu gera alt av ein og ein. At so Neistaleikararnir eisini brendu fleiri 100% møguleikar, m.a. við skjóta beint á málmannin, gjørdist tað tungt.

Hinvegin, at tapa við einum máli á útivølli er eingin katastrofa, so tað er bara at bretta upp um ermar, tá onnur  hálvfinalan verður í Havn, væntandi hin 24. januar.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s