Ein góður dagur hjá C-liðnum í dr. 12

Dr.12 C. Aftast frá vinstru: Heini, Bojan, Róar, Julius. Fremst frá vinstru: Petur, Hendrik, Ólavur

Ein søga frá hondbóltssgerandisdegnum

Í dreingjum 12 hjá Neistanum eru trý lið: A,B og C liðið. A-liðið er mannað við teimum elstu leikarunum, føddir í 1999, sum hava verið saman síðani teir spældu í dr. 10. B-liðið er mannað við leikarum, sum eru føddir í 2000 og eisini hava verið saman leingi. C-liðið haraftur í mótier mannað við leikarum, sum partvíst hava verið við leingi og partvíst við leikarum, sum meira ella minni eru nýbyrjaðir. Men felags fyri teir allar er, at teir ikki hava spælt saman serliga leingi. Tá ið so nógvir leikarar eru, at til ber at hava C-lið, er tað ikki altíð at tað ber til at venjarar eru við til dystir. Tíbetur eru tað foreldur sum traðka til. Men hóast hetta eru leikararnir sera hugagóðir og fara glaðir til uppgávuna. Fyrstu dystirnar, har leikararnir skuldu læra hvønn annan at kenna, tapti liðið allar.

Leygardagin 3. desember skuldi C-liðið aftur í eldin, hesuferð í Høllini á Hálsi. Orsakað av krími og øðrum kundu bara 7 leikarar møta og venjarin valdi tí at læna ein frá B-liðnum, Julian, at hava eyka. Í fyrsta dystinum móti EB lá væl fyri serliga hjá Bojan og Peturi og í málinum stóð Hendrik væl. Seinni komu eisini Julian, Ólavur, Róar og Heini væl við. Tað stuttligt, tá ið tað eydnast hjá øllum at skora og tá ið so tað til endans kundi staðfestast, at dysturin varð vunnin, var frøin stór.

Seinni dysturin var móti ÍA og her eydnaðist so væl at C-liðið lá omaná meginpartin av dystinum, allir arbeiddu væl og flestu skoraðu. Julius, sum higartil hevði spælt á strikuni, spurdi um at sleppa at spæla á vinstra bakki. Og so varð tað roynt. Og píkarill, áðrenn nakar vardi, hevði hann skorað fleiri mál við knøppum standandi skotum. Tá ið fáir minuttir vóru eftir var C-liðið á odda við 3-4 málum. Men nú fór ÍA at dýkja á og tá ið ein minuttur var eftir megnaðu teir at javna. C-liðið fór so aftur í álop. Men tá ið hálvur minuttur er eftir miseydaðist ein skotroynd og ÍA fekk málkast. Men málmaðurin hjá teimum var so spentur, at hann kastaði bóltin á føturnar hjá einum viðleikara og nú 10 sek áðrenn leiklok fekk C-liðið fríkast. Julius hevur bóltin og venjarin rópar, spæl. Men Julius er knappur og smekkar bóltin í netið. Og harvið vann C-liðið eisini henda dystin.

Samanumtikið ein sera góður og minniligur dagur, – uttan iva – ein hondbóltsuppliving fyri lívið.

One thought on “Ein góður dagur hjá C-liðnum í dr. 12

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s