Páll Poulsen venjari hjá Atlantic liði Neistans

Páll Poulsen, tá hann var venjari hjá FM liði Neistans í 1999-2000

Páll Poulsen er aftur venjari í Neistanum. Leiðslubólkurin hjá monnum hevur seinnapartin gjørt avtalu við Páll at taka við venjarastarvinum hjá Atlantic Airways liði Neistans.  Áki Mørk, sum hevur verið venjari seinastu mánaðirnar, ynskti ikki at halda fram, hann vil heldur sleppa at vera vanligur leikari nakað afturat, áðrenn aldurin av sær sjálvum forðar fyri hesum. Nú Áki letur dirigentpinnin víðari til Páll, undirstrikar leiðslubólkurin, at teir hava verið sera væl nøgdir við tað, sum Áki hevur fingið burturúr, hann hevur verið við til at vent gongdini eftir niðurtúrin sum kom í heyst, tað var dysturin móti VÍF mikukvøldið eitt gott dømi um.

Um Páll Poulsen er at siga, at hetta er ikki fyrstu ferð, at hann  er venjari hjá besta mansliði Neistans. Í 2000 stóð hann nevniliga eisini á odda fyri liðnum, sum vann FM tað árið. Árið fyri var hann venjari hjá besta kvinnuliði Neistans. Árini undan var hann venjari hjá m.a. H71 og VÍF.  

Á heysti í 2000 gjørdist Páll venjari hjá besta mansliðnum hjá VÍF og eisini her gekst væl, teir vunnu FM í 2001.  Síðani hevur Páll ikki havt so nógv við hondbólt at gera, burtursæð frá at hann í 2006 tók yvir unglingalið Neistans, sum vann FM í 2007. Hugurin at venja hevur tó alla tíðina verið varðveittur, hann hevur nevniliga gjørt nógv við at venja hundar og eisini her hevur hann verið í fremstu røð í kappingum.

Tað er ikki tann stóri munurin at venja hondbóltsleikarar og hundar uttan tað, at hundarnir akta nógv betri” sigst hann at skula hava latið av munni.

Men nú hevur hann so játtað at taka eitt tørn aftur í hondbóltinum og tað fegnast vit í Neistanum um. Páll er Vestmenningur, føddur í 1959 og hevur fingið sína hondbóltsuppaling í VÍF, har hann var við til at vinna mangt meistaraheiti, serliga í áttatiárunum. Páll er lámur og gjørdist í sínari tíð frægasti høgri vongur í landinum og eitt av hæddarpunktunum hansara í hondbóltinum man ivaleyst vera C-HM, sum var í Føroyum í 1980.

Hóast at tað eru 11 ár síðani, at Páll var venjari hjá besta mansliði Neistans seinast, eru fleiri av somu leikarum við á liðnum í dag, nevniliga bæði Heini, Finnur og Áki, sí myndina niðanfyri, har Áki og Páll standa lið um lið. Harafturat var Bogi Henriksen, sum nú er málmansvenjari. Harumframt eru nakrir av unglingunum, sum vóru við at vinna FM í 2007 við á liðnum í dag, nevniliga Ári, Sjúrður, Beinir, Jákup og sonurin Birgir.

Neistin 1999-2000: Aftast f.v: Rani Slættanes, Regin Didriksen, Elmar Ósá, Finnur Hansson, Freddy Poulsen og Bjartur Brekkstein, liðleiðari. Miðraðið f.v: Páll Poulsen, venjari, Áki Mørk, Kári Mortensen, Dánjal á Neystabø, Heini Hanusarson, Áki Olsen, Hans Laksá og Karl Oddmar Rasmussen. Fremst.f.v: Rasmus Rasmussen, Regin Petersen, Bogi Henriksen, Petur Magnusson, Páll Nólsoy, Finn Mørk og Helgi Justinussen.

 

6 thoughts on “Páll Poulsen venjari hjá Atlantic liði Neistans

  1. Hjartaliga væl afturkomin í venjarastólin hjá Atlantic Airways liði Neistans. Veit at tú sum venjari hevur gjørt eitt gott arbeiðið í felagnum áður og ivist ikki í, at tað eisini verður soleiðis nú. Sera umráðandi er at tit leikarar taka undir við hesum og stuðla venjaranum í tí arbeiði, ið skal gerast, so vit náa málinum vit hava sett okkum.

    Mannsbólkurin vil eisini nýta høvið at takka Áka fyri gott venjaraarbeiðið og vóna at hann skjótt verður aftur at síggja á vøllinum.

    Góða eydnu allir samlir. Koyr á Neistin.

    Like

  2. YEESSS, vælafturkomin Páll, hetta var gleðiligt! 🙂
    Og Áki, tú hevur gjørt eitt gott arbeiðið og vóni at tað heldur fram á vøllinum.:-)
    Øll góð ynski til alt liðið og góða eydnu víðari í kappingini!

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s