Neistin x VÍF x 2 x 2 = 4 stig til Neistan

-

Atlantic Airways kappingin: Neistin-VÍF: 32-25

Neistamennirnir skuldu vísa, at stórtapi í seinasta dysti móti VÍF, bert var ein svipsari. Úrslitið 32-25 til Neistan, munnu tað ikki verða nógv sum høvdu vænta, eftir at hava sað fyrra part av dystinum. VÍF byrjaði væl betur  og man sat við einari kenslu av, at um Neistin skal gera sær nakrar vónir um at vinna dysin, so skal tað ein nógv størri agressivitetur og vilji til at vinna, vísast. Og ikki minst ein trúgv uppá, at tað ber til.

Miskeiðis í fyrra hálvleiki var VÍF framman fyri við eini 6 málum og sá tað ikki serliga gott út hjá okkum. Tó so, teir síðstu 10 min var tað sum um, at okkara menn høvdu sæð álvaran í eygunum og bardu seg fram til eina hálvleiksstøðu sum var 13 -16 til VÍF. Seinni hálvleikur skuldi nú standa sína roynd og ikki kann sigast annað enn, at liðini vóru sum hamskift tey komu innaftur á vøllin. Spæli gekk skjótari og serliga neistaverjan og málmaður Ári Dam stóðu ein góðan seinna hálvleik. Nú riggaði alt hjá Neistanum og VÍF var eftirbátur. Frá einari hálvleikstøðu uppá 13-16, komu vit uppá javnleik 20-20, tá ið 12 min.vóru spældir og komu síðani framum við 3 skjótum málum (23-20) tá ið 14 min.vóru spældir. Teir síðstu 15 min bleiv munurin bara størri og okkara menn dugdu væl at spæla seg fríðar, hava tol í álopinum og skora uppá kjansirnir. Aftur í dag vísti okkara ungi Andras Joensen hvør dugur er í honum, har hann fekk nógv pláss á strikuni og dugdi eisini væl at brúka hettar plássi, annað hvørt til sín sjálvs ella til fyrimun fyri viðspælararnar. Stuttligt var eisini at síggja, at Teitur Magnusson nú aftur er við aftur og spældi hann eisini ein góðan dyst og fekk nógv týðandi mál av høgra vongi. Næsti dystur er aftur mikudagin 14.desember, har vit aftur taka ímóti Kyndli, men hesa ferð í fjórðingsfinaluni í Coca-Cola kappingini.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s