Neistin vísur samkenslu við Solveig og Finni Hansson og familju teirra, nú pápin og abbin, Birgir Bjørnson er farin

Ein rørandi løta, undan útidystinum móti A.C.Latsia í Nicosia á Cyprus

Heimaliðið , vertirnir A.C. Latsia vildu meira enn fegnir vísa samkenslu, tá ið teir hoyrdu, at abbi Finn Hansson, andaðist dagin fyri Evropa-Cup dystin. Fyri dystin var hildin 1 minut støðgur við tøgn, har allir áskoðarnir reistu seg upp. Tað var ein ógvuliga rørandi løta at síggja allar okkara menn standa saman í ringi og halda um akslarnar á hvørjum øðrum, og eftir tøgnina at síggja allar Kypriotarnar fara yvir til Finn og geva honum eitt klemm, tað sama g jørdu báðir dómararnir og EHF eygleiðarin. Neistin takkar teimum fyri eina virðiliga framferð .

Við hesum vilja vit vegna felagið vísa tykkum, ið eftir sita,  samkenslu í hesi sváru tíð.

Nevndin

Niðanfyri sæst grein, sum stóð á heimasíðuni í juli 2010, um Birgir Bjørnson

Birgir, Solveig og Inga

 

 Birgir Bjørnsson er kent hondbóltsnavn í Íslandi. Birgir var knýttur at besta liðnum hjá FH í 22 ár fyrst sum spælari, síðani spælandi venjari og vanligur venjari. Hann var liðformaður á íslendska landsliðnum frá 1958 til 1966. Hann var við í Heimsmeistarakappingini í 1958,1961 og 1964 og spældi eisini innleiðandi dystirnar til HM kappingina í 1966. Í 1990 bygdi FH nýggja tvíhøll, har Birgir var hallarvørður frá 1990 til 2003.

Í seinastu viku var undirritaði í Miðvági og hitti 75 ára gamla Birgir Bjørnsson, sum er abbi Finn Hansson og pápi Solveig Birgisdóttir, sum er í venjaratoyminum hjá neistakvinnum. Tú merkir beinanvegin, at Birgir er ikki ein og hvør í íslendskum hondbóltshøpi. Hann fylgir væl við bæði í føroyskum og íslendskum hondbólti. Hann var knýttur at besta liðnum hjá FH úr Hafnarfirði í 22 ár sum spælari og venjari, og hann spældi nógv ár á íslendska landsliðnum.

Vit sita við borðið í íbúðini hjá Solveig, sum er mamma Finn Hansson, og blaða í rúgvusmikla minnisritunum hjá FH og íslendska landsliðnum, og nógvar eru myndirnar av Birgiri í bókunum. Fimleikafelag Hafnarfjarðar varð stovnað í 1929, men FH gjørdist ikki bara eitt fimleikafelag. Í felagnum FH er fótbóltur, frælsur ítróttur, fimleikur og hondbóltur.

Stóra hondbóltshøllin í Reykjavík Laugardalshøllin var bygd í 1965, har undirritaði millum annað spældi tveir landsdystir í 1971. Og fyrsta høllin í Hafnarfirði varð júst tikin í nýtslu í 1971.

FH mentist nógv á hondbóltsøkinum, og tí vóru stig tikin at byggja nýggja stóra tvíhøll á stórum øki á Hafnarfirði, sum nevnist Kaplakrika, sum á íslendskum merkir hestakrókur. Í seinni grein tosa vit við Birgir um stóru høllina, har hann var hallarstjóri frá 1990 til 2003. Og Birgir hevur góð ráð at geva hallarbólki Neistans, nú Neistin skal byggja nýggja høll við Landavegin. Hetta fáa vit at vita meira um í seinnu grein.

Familjan hjá Finni Hansson var og er ógvuliga virkin í ítrótti. Omma og abbi Finn kunnu ikki steðga so leingi í Føroyum á hesum sinni, tí omman, Inga Magnusdóttir, mátti aftur til Íslands, tí hon skal spæla um meistaraheitið í golf í aldrinum 65 ár og eldri. Hon er íslandsmeistari í hesum aldursbólki. (Vagnur)

One thought on “Neistin vísur samkenslu við Solveig og Finni Hansson og familju teirra, nú pápin og abbin, Birgir Bjørnson er farin

  1. Elsku Finnur, Maggi, Solla og Inga.

    Søknuðurinn er mikill hjá ykkur núna….ekki að tað verður betra,
    enn maður lærir að lifa með sársaukan.
    Trúið mér,ég hef upplifað nóg.
    Minn hugur er hjá ykkur.

    Ég er rosalega stoltur að hafa fengið kenslu frá snillingi á mínum ungu árum.
    Biggi Bjørns gerði rosalega mikið fyrir handboltann í KA,og bara eitt dæmi af mørgum. Kallinn að gera sitt allra besta að gera mig,14 ára strák til handboltamann.
    Èg elska bara Kallinn fyrir tað sem hann hefur gert fyrir mig.

    Með handboltakveðju. Kobbi Jóns.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s