Fríða Petersen skal spæla í bestu íslendsku deildini

Fríða gongur nýggjar leiðir í Íslandi.

Neistamálverjin Fríða Petersen hevur gjørt sáttmála við KA/Tór á Akureyri. KA/Tór flutti eftir seinasta kapppingarár úr næst bestu deildini í bestu deildina. Kvinnuliðið vann uppflytingardystirnar á Stjarnini og Víkingi. Vit hava kagað eitt sindur í hondbóltin á Akureyri og hitt Fríðu.

Fríða, góða eydnu í Íslandi

Fyri kappingarárið 2006/2007 fóru hondbóltsfeløgini á Akureyri saman í eitt hondbóltsfelag, so tey kundu standa seg í kappingini ímóti feløgunum inni á meginøkinum. Nýggja hondbóltsfelagið eitur Akureyrar handbóltsfelag. Tað eru átta lið í bestu mansdeildini í Íslandi, og vann Akureyri undankappingina, men tað var FH av Hafnafirði, sum dró longsta stráið í finalu endaspælinum og vann harvið meistaraheitið.

Tíggju lið spæla í bestu kvinnudeildini, og vann Valur bæði undankappingini og finaluumfarið og vann sostatt íslendska meistaraheitið.

Samansetta kvinnuliðið á Akureyri eitur á stigtalvuni KA/Tór, sum er nýtt lið í bestu deildini. KA er kent gamalt hondbóltsfelag á Akureyri, og vert er at nevna, at okkara Jacob Jónsson hevur spælt á besta liðnum hjá KA. Vit hava spurt Fríðu, hvussu hon er komin í samband við liðið á Akureyri.

-Jacob Jónsson spurdi meg, um eg vildi fara til Akureyrar at standa í málinum hjá KA/Tór. Eg hugsaði sum so, at skal eg royna okkurt nýtt á hondbóltsleiðini, skal tað vera nú. Eg var liðug við útbúgvingina í februar mánað og fái farloyvi frá arbeiðininum, so eg havi tikið av tilboðnum av Akureyri.

-Íslendingar hava ikki verið í Føroyum og hugt at mær, men eg havi sent brot úr dystum og tveir heilar dystir til Íslands. Hetta hevur óivið verið nóg mikið, tí sáttmálin er undirskrivaður. Eg ætli mær at arbeiða nakrar tímar um dagin, men tað verður ikki við tað sama. Kappingin í Íslandi byrjar fyrsta oktobur, sigur Fríða at enda, sum fer til Íslands 2. septembur.

Sjálvandi skal Fríða taka av slíkum møguleika, sum er komin úr Íslandi, tí tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir hondbóltsspælarar fáa slík tilboð. Fríða hevur staðið í málinum í bestu deildini í nógv ár, og hon stóð ótrúliga væl í neistamálinum serliga í dystunum í FM-finalunum, tá ið hon spældi upp til sítt allar besta á hondbóltsleiðini.

Góða ferð yvir hav Fríða, sjálvandi fara vit at sakna teg í neistamálinum, men vit fegnast eisini tína vegna, at tú fert til Akureyra at royna teg sum málverji. Heimasíðan fer at frætta frá tær, og einaferð kemur tú aftur í neistamálið. (Vagnur)

 

 

13 thoughts on “Fríða Petersen skal spæla í bestu íslendsku deildini

  1. Góða eydnu við nýggju avbjóðingini Fríða 🙂 vit fara at sakna teg í Neistanum, men vónandi kemur tú einaferð aftur í neistamálið við enn fleiri royndum og íblástri 🙂
    Alt tað besta

    Like

  2. Fríða Fríða Fríða tú ert ein brandur, eg fari at sakna teg og títt íkast til okkum øll. Alt tað besta ynski eg tær og koyr á, tú skal nokk megna uppgávuna.
    Síggjast klemmmmmmm Sigrun

    Like

  3. Åh Fríða mín. Tú verður nógv saknað í felagnum, men vit gleðast tína vegna, góða eydnu í Íslandi.

    Like

  4. Fríða góða sigi sum hini sakni teg longu 😦 men veit heilt sikkurt at tú fert at hava tað super í Íslandi 🙂 Shit eg haldi at tað er cool hjá tær 😉
    Góða eydnu við tí heila, kanska vit síggjast har yvuri 🙂
    Ísland er landið 😉 🙂

    Like

  5. Tillukku Fríða, super avbjóðing sum man ikki kann siga nei til. Eg gleðist tína vegna, men eg gleðist eisini yvur at vit nú fáa eitt umboð fyri føroyskan hondbólt uttanlanda. Vóni at hetta kann stimbra øðrum, bæði kvinnum og monnum, at royna hetta um/tá høvi bíðst.
    Góða eydnu og alt tað besta.
    Venjarin

    Like

  6. Góða Fríða

    Vit í kvinnubólkinum takka tær eisini fyri mong góð ár í Neistanum. Vit fara at sakna teg og vildu helst havt teg her heima, men sjálvandi eigur tú at taka av møguleikanum í Íslandi. Tað eru ikki mong, ið fáa slíkan møguleika.

    Vit ynskja tær bestu eydnu í Íslandi og vóna, at tað fer at gangast tær væl.

    Tú ert sjálvandi altíð vælkomin aftur til okkum 🙂

    Kára

    Like

  7. Góða eydnu Fríða, vónandi verður tað spennandi, og einaferð kemur tú aftur nógv ríkari við bæði persónligum og ítróttarligum royndum.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s