Seks spælarar hjá Stjørnuni eru við barn – málverjin er ein teirra

Hóast stórt fráfall, so fer Stjørnan framhaldandi at hava gott lið í KÍ-høllini. (Mynd Vagnur)

Tað er sjálvandi ikki óvanligt, at hondbóltsspælarar eins og aðrar kvinnur eru við barn, men tað er óvanligt, at seks spælarar á sama  liði ikki kunnu byrja nýtt kappingarár, tí tær eru við barn. Og trupulleikin hjá  Stjørnuni er fyrst og fremst málverjarnir.

Nú mugu Edith og aðrir ungir spælarar taka yvir. (Mynd Álvur)

Tey í Stjørnuni vóru spent at fáa Joan M. Joensen aftur á liðið, eftir at hon átti barn, men nú er hon aftur við barn. Sterki høgri bakkurin Valentina Suciv er farin av landinum, men sjálvt um hon var í landinum, kann hon ikki spæla, tí hon er eisini við barn. Tað sama eru Durita Mikkelsen, Maria við Neyst, Anna Kristina Samson og málverjin Kristina Griksaite.

Stjørnan eru júst í hesi løtu um at fáa á pláss venjaran, men nýggi venjarin far serliga trupulleikar við málverjunum, tí eitt er, at Kristina er við barn, men Maria Ziskason fer av landinum. Harnæst skulu vit minnast til, at Una Olsen framvegis er skadd, og Durita Ljósstein er flutt til Havnar.

Fyri ikki so nógvum árum síðani hevði Stjørnan so mikið nógvar royndar spælarar, at felagið kundi mannað tvey góð lið í bestu deildini. Nú er vorðið soltnari í spælarahópinum, men kenna vit tey rætt í Stjørnuni, so gongur ikki long tíð, til tey aftur hava frálíkt kvinnulið úr Klaksvík.

Góðan miðspælara hevur Stjørnan í Lovisu Andreasen, sum er flutt aftur til Klaksvíkar. Alina Anghel og Bára Klakstein spæla eisini, og systrarnar Edith Hansen og Judit Hansen eru har umframt aðrir ungir spælarar. Fær Stjørnan góðan málverja, so hevur felagið framvegis lið, sum kemur at vera í toppinum. (Vagnur)

 

 

 

One thought on “Seks spælarar hjá Stjørnuni eru við barn – málverjin er ein teirra

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s