Hondbóltsfelagið Neistin hevði ársaðalfund mánakvøldið

Nevnd Neistans f.v: Edel Maria Jacobsen, Guðrun Patursson, Kristianna Mohr, Súna Mørk og Kjartan Thomassen. (Mynd Joan )

Tá ið tú hyggur í ársfrágreiðingina hjá Neistanum, so øtast tú við, hvussu nógv er fingið frá hondini seinasta kappingarár. Neistafólk á øllum mótum hava veruliga spent seg út, og tað gekk eisini ótrúliga væl ítróttaliga. Krúnan á verkinum vóru meistaraheitini í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men Neistin er annað enn bestu liðini. Nevnd Neistans hevur virkað væl, mansbólkurin og kvinnubólkurin hava kýtt seg, og venjarar og hjálparfólk hava brúkt nógvar tímar í felagsskapinum. Nýggj nevnd varð vald mánakvøldið.

Úr nevndini fór Joan Isaksen Jacobsen, og í hennara stað kom Guðrun Patursson. Guðrun er uppvaksin í Neistanum, er trúgvur áskoðari, og hon brennur fyri felagnum. Hini í nevndini eru Kjartan Thomassen, Súna Mørk, Kristianna Mohr og Edel Maria Jacobsen.

Hyggja vit víðari í ársfrágreiðingina, so fylti 80 ára føðingardagurin nógv hjá nevndini. Tey skipaðu fyri 80 ára veitslu fyri vaksnum og ungum, tey skipaðu fyri veitslu í sambandi við, at menninir fyrst vunnu steypakappingina og síðani FM-heitið, og tey skipaðu fyri bussferðum og veitslu, tá ið kvinnurnar vunnu FM-heitið í Klaksvík. Kvinnurnar vunnu eisini 1. deild og 2. deild og bæði gentur 14 ár og gentur 17 ár vunnu greipuna. Ja, og so vunnu dreingir 17 ár og gentur 12 ár silvur í steypakappingini, og onnur lið høvdu frálíka framgongd.

Og haldi vit fram við tiltøkum, so skipaði nevndin fyri 80 ára føðingardagssamkomu í høllini á Hálsi,  skipað varð fyri jólaveitlsu fyri vaksnu spælarum, ársveitlsum fyri teimum ungu, jólatræsølu, Aftur í 70 ára tiltaki, FM-blaðútgávi bara at nevna nøkur av tiltøkunum. Nú verður spennandi, hvussu leikur fer fram næsta vetur. Nevndin er væl mannað, mansbólkurin og kvinnubólkurin halda fram. Fólk vóru sjálvandi troytt eftir nógva virksemið seinasta vetur, tó hevur tú varhugan at, at neistafólk eru fús at halda fram, har tey sleptu í apríl mánað. (Vagnur)

 

 

2 thoughts on “Hondbóltsfelagið Neistin hevði ársaðalfund mánakvøldið

  1. Takk fyri tit øll, tit eru fantastisk. Og Guðrun tillukku við sessinum og ikki minst takk fyri Joan.
    Sigrun

    Like

  2. Hóast Joan fer úr nevndini, man hon neyvan fara so langt. Og Guðrun er ikki nýggj í garði. Herfyri kagaði eg í kappingarskránna fyri 1989-90, og har stendur Guðrun at vera umboð fyri Neistan.

    Øll tekin í sól og mána, at Neistin hevur gott og dugnaligt fólk at standa á odda. Eitt spennandi kappingarár stendur fyri framman, og eg ynski tykkum alt tað besta.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s