Neistaunglingar lótu eisini frætta frá sær á G

Neistaunglingar á tjaldplássinum á G.

Fekk stuttliga mynd sendandi frá lesara, sum fekk eyguni á sermerkt tjald á G-tiltakinum. Tjaldið málað blátt og hvít, og eitt hjarta, sum eygkenni á tjaldinum. Søgan sigur einki um, hvørjir neistaungdómarar húsaðust í tjaldinum, men navnið “Terji” er skrivað á tjaldið við gullstavum. Kenni bara ein neistaunglinga við navninum Terji, og tað er Terji Mørk sonur Jógvan Martin og Ruth Mørk. At Mørk familjan eru neistafólk við stóra N, vita øll, men eg haldi, at Terji og teir skulu fáa herðaklapp frá heimasíðuni, at teir vísa Neistans navn eisini, tá ið teir fara á tiltøk sum G. Nú stundar til ólavsøku, og ung halda sjálvandi eisini ólavsøku. Men so vóna vit, at skemtisummarið er av, og spælarar aftur fara í venjingarbúnan og fara til arbeiðis. Tí nú stundar eisini til nýggja landskapping í hondbólti. (Vagnur)

3 thoughts on “Neistaunglingar lótu eisini frætta frá sær á G

  1. Ikki fyri at taka æruna frá Terja v. fam., men hatta vóru nakrar fittar ungar neistagentur í aldursbólkinum G17, sum akkurát eru fluttar heim úr Danmark 😉
    Stuttligt at síggja okkara tjald á Neistaheimasíðuni 🙂

    Like

  2. Haha hatta var øgiliga stuttligt at siggja, og tá man gekk har fitt og hugsaði um teir góðu dagarnar man hevði á páskum 🙂 g17 eru for G!enialar 😉

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s