Trý hondbóltslið úr Sandavági eru við í Dronninglund kappingini

Tey gera klárt at fara til Dronninglund kappingina. (Mynd http://www.sif.fo)

Gleðilig tíðindi at frætta, at trý hondbóltslið úr Sandavági í hesum døgum eru við í Dronninglund kappingini í norður Jútlandi. Talan er um dreingir 14 ár, gentur 14 ár og dreingir 16 ár. Føroysk lið hava mangan verið við í hesi kapping, og hevur serliga Kyndil  í nógv ár verið  í Dronninglund, men nú gekk so leiðin til Granollers kapping í Spania. Dronninglund kappingin er altjóða kapping, og í ár eru 174 lið við í kappingini við umleið 2000 spælarum. Tað var landsliðsspælarin Michael V. Knudsen, sum setti kappingina. Kappingin byrjaði mánadagin og endar í dag. Á heimasíðuni hjá www.sif.fo kanst tú lesa frágreiðing frá ferðini hjá sandavágsungdóminum, og sjáldsamt er at síggja so góðar frágreiðingar frá uttanlandsferðum hjá føroyskum liðum. Tað er lærarin Johan Stenberg, sum venur liðini úr Sandavági. Hondbólturin í Sandavági er í stórari kapping við aðrar ítróttagreinir í bygdini, og hondbólturin hevur fingið ov fáar venjingartímar í høllini á Giljanes. Men nú skilja vit á lagnum, at hondbóltur fær fleiri venjingartímar, og tað er at fegnast um. Áður var tað soleiðis, at eldri menn spældu innandurafótbólt í besti venjingartíð hjá ungdóminum. Hetta kann ikki vera rætt. Eingin ivi um, at ferðin í Dronninglund eggjar spælarum enn meira at spæla hondbólt. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s