Hvar verður av føroyskum hondbóltskvinnum?

Neistaútisetar. Aftast f.v: Malan á Dunga, Ása Hammerhaimb, Ása Dam á Neystabø og Gunnvá Brockie. Fremst f.v: Unn J. Kragesteen, Durita Adela Joensen, Helena á Krákusteini, Lív Højsted Horsdal, Selma Dahl Erol og Anna Elinborgdóttir Berg.

Heimasíðan hevur fingið sendandi góða mynd av tíggju ungum føroyskum kvinnum, sum arbeiða ella eru undir útbúgving í Danmark. Níggju av teimum tíggju ungu kvinnunum eru uppvaksnar í Neistanum og eru í allar besta hondbóltsaldri. Óivað kemur eingin teirra aftur á besta lið Neistans. Myndin er jú myndin av trupulleikanum ella rættari sagt gongdini í føroyskum hondbólti og serliga í kvinnudeildunum, tí ungar kvinnur fara mangan langt, tá ið tær eru lidnar við miðnámsskúlan. Fleiri fara fyrst eitt ár út í verðina at fjakka, áðrenn tær fara undir útbúgving. Einstakar fáa børn. Stuttligt at síggja slíka mynd av fegnum neistakvinnum, sum einaferð settu dám á gentulið og kvinnulið Neistans (Vagnur)

One thought on “Hvar verður av føroyskum hondbóltskvinnum?

  1. Ja soleiðis er Vagnur. Og sum samfelagsstøðan er nú, koma tær neyvan heim aftur fyribils.
    Annars eri eg gumma at tí aftastu frá vinstru. Sera fitt 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s