U15 dreingjalandsliðið spælir søguligar landsdystir í Íslandi

Føroyska dreingjalandsliðið við hjálparfólki avmyndað áðrenn fráferðina til Íslands.

Tað eru nógv fólk, sum brenna fyri hondbóltinum í Føroyum. Og nú hava hondbóltsfólk, sum eiga spælarar í U15 aldrinum, tikið stig at fáa U15 dreingjalandslið upp at standi sjálvandi í samstarvi við HSF. Í dag fóru 37 fólk til Íslands, 16 spælarar, fimm leiðarar og sekstan foreldur. U15 landsliðið skal spæla tríggjar landsdystir ímóti trimum íslendskum landsliðum á ferðini. Í kvøld spæla Føroyar ímóti Íslandi 2, í morgin ímóti Íslandi 1 og sunnudagin ímóti Íslandi 3. HSF fíggjar landsliðsferðina til Íslands, tó gjalda foreldrini í ferðalagnum ferðina sjálvi.

Ingi Olsen ein av venjarunum sigur, at ferðalagið býr ógvuliga væl í Reykjavík. Íslandsferðin er frálíkt tiltak, tí tað er so umráðandi, at føroyskir spælarar eisini fáa aðrar hondbóltsupplivingar enn bara landskappingina. Kappingarárið gerst longri, spælarar mennast við slíkari ferð, og øll fáa minniligar upplivingar á hondbóltsleiðini. Dystirnir eru søguligir, tí hetta er fyrstu ferð, at U15 dreingjalandsliðið spælir landsdystir. Spennandi at frætti, hvussu okkara dreingir standa seg ímóti íslendingum. Ferðalagið kemur aftur til Føroya mánadagin. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s