U15 Ísland 2 – Føroyar 29-37 (13-23) Okkara dreingir vóru betur enn íslendingar

Føroyskir áskoðarar fylgja landsdystinum: Petur Sivertsen, Janus Dam Djurhuus, Anna í Horni, Jan Abrahamsen, Tordis Nielsen, Jónfinn Egilsnes og Høgni Hoydal.

Føroyar vunnu fyrsta dystin á íslandsferðini í kvøld ímóti Íslandi 2. Torført er at siga, hvussu hini íslendsku liðini eru mannað, tí okkara dreingir eru føddir í 1995 og 1996, meðan íslendsku spælararnir í kvøld eru  føddir í 1996 og 1997. Úr Íslandi frætta vit, at føroysku liðið var eina tonn betri enn íslendska liðið. Málverjin hjá føroyingum stóð ógvuliga væl, og Áki Egilsnes skjeyt heili trettan mál. Serliga var tað seinast í fyrra hálvleiki, at Føroyar fóru frá Íslandi. Okkara dreingir vóru ógvuliga skjótir í skjótálop, og við nógvum góðum útkøstum frá Tóka í málinum fingu Føroyar nógv mál. Íslendska liðið hevði serliga ein spælara, sum skaraði fram um hinar. Í kvøld spæla eisini Ísland 1 og Ísland 3. Málskjúttar hjá Føroyum í kvøld vóru: Áki Egilsnes 13, Jónas Djurhuus 7, John Andor Sivertsen 6, Búgvi Johansen 2, Julian Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Tummas Sørensen 2, Helgi Hoydal 1, Beinir Ólavsson 1 og Hanus Christophersen1. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s