Fekk vinmann at gita um fimm kvinnur í veitsluhýri

Fimm fegnar kvinnur í veitslu í Vági. (Mynd Birgir Sondum)

Vísti einum vinmanni hesa myndina av fimm føroyskum kvinnum. Spurdi hann, um hann kundi síggja á teimum, hvat tær fingust við. Segði , at tær vóru eisini ítróttakvinnur, og um hann kundi síggja á myndini, hvørja ítróttagrein tær umboðaðu.Við einum smíli segði hann, at tær vóru ikki mótakvinnur, sum gingu á mótapallum í Føroyum, tí mótakvinnur eru so rakar, at tær kunnu ikki brúkast í ítróttaheiminum, og tú sært fyrst og fremst á øsbeininum og á ørmunum, at kvinnurnar á myndini ikki eru mótakvinnur. Kvinnurnar arbeiða helst í onkrari vinnu, kanska á flakavirki, har tú skalt brúka nógva styrki, tí tær hava bulmiklar armar. Ella tær arbeiða kanska á matstovu, har tú skalt vera vinarligur og helst borðreiða við smíli viðhvørt.

Eg segði honum, hvat tær gjørdu í gerandisdegnum. Vøddamýkjari, pedagogar, skúlanæmingur, ríðilærari og arkitektur. “Hví hava tær allar rósu í arminum, tær eru kanska allar giftar í dag”? Eg segði nei, tær hátíðarhildu føroyskt meistaraheiti , og eg vildi hava hann at gita, hvør ítróttagreinin  var.

Tað kundi verið reiðskapsfimleikur, svimjing ella kappróður, tú kvinnurnar eru kropssterkar, men tær venja óivað ikki vektlyftin, tí eg veit, at tit ikki hava slíkar kappingar í Føroyum.  Eg segði honum, at tær spældu bólt, og ein var venjari. Fótbólt, nevndi hann beinanvegin og ikki flogbólt, tí tað sæst á fingrunum hjá kvinnuni nummar tvey frá vinstru.
Segði honum, at tær spældu hondbólt og vóru avmyndaðar á veitslu í Vági. Tær høvdu vunnið FM-heitið og vóru meira enn fegnar um avrikið.  Segði einki um, at tann elsta kvinnan kundi verið mamma  tí yngstu.

Vinmaðurin nevndi einki um aldur, men segði enn einaferð við smíli: “Ótrúliga góð mynd av fegnum hondbóltskvinnum, tað má eg siga”. Birgir Sondum tók myndina í Vági. (Vagnur)

One thought on “Fekk vinmann at gita um fimm kvinnur í veitsluhýri

  1. Vakrar eru tær allar og fittar, men ikki stuttligt at vera mótstøðulið, tá tær eru uppgíraðar til ein harðan dyst. hehe.
    Og nú skulu tær royna sig fram í einum “strandhandbólt”, tað verður spennandi. 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s