Dreingir spæla U16 og U18 kapping, meðan gentudeildirnar ikki endaliga eru avgreiddar

Tað eru ótrúliga nógvir frálíkir spælarar um átjan, tjúgu ára aldur kring landið. (Mynd HSF)

Limafundur var í Hondbóltssambandinum í gjárkvøldið, og feløgini vóru skjót at gera av kappingarleistan hjá dreingjunum. Næsta kappingarár fara dreingirnir aftur til gomlu skipanina við U16 og U18 deildum, har spælarar spæla tvey ár í hvørjari deild. Haraftrat verður skipað fyri vikuskiftiskappingum fyri U20 dreingir, sum endar við rimmar finalu kanska vikuna eftir FM-finalurnar. Tað við siga, at verandi U17 og U20 kappingar hjá dreingjum verða skrottaðar. Á henda hátt leingja vit kappingina hjá ungu monnunum. Nógvir U20 dreingir spæla jú í Atlantic-deildini ella 1. deild.

Verri gekst at gera av kappingarleistan hjá gentunum, tí færri gentur í eldri deildunum spæla hondbólt. Enn er ikki heilt gjørt av, hvussu deildirnar skulu skipast næsta kappingarár, men greitt er: Gentur 17 ár deildin heldur fram, og skipast skal fyri vikuskiftiskappingum fyri U20 gentur, sum eins og hjá dreingjunum endar við rimmar finaludegi. Tosað var um møguliga U19 deild hjá gentum, men hetta kom ikki rættiliga á pláss mikukvøldið. Tað, sum liggur í kortinum hjá gentunum er, at U17 deildin heldur fram, vikuskiftiskappingar verða fyri U20 ár, og roynt verður at menna 1. deild kvinnur, sum riggaði nógv betur seinasta ár enn næstseinasta ár. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s