Andrias Nielsen spælir við Neistanum næsta kappingarár

Andrias Nielsen í dysti ímóti VÍF.

21 ára gamli vinstrahenti spælarin Andrias Nielsen úr Sandavági hevur í trý ár spælt við KÍF, men nú vil hann royna nýggjar avbjóðingar. Andrias spældi sum drongur við SÍF í Sandavági, áðrenn leiðin gekk til Kollafjarðar. Men hví skiftir Andrias júst til Neistan, sum í vetur var størsti kappingarneytin hjá KÍF?

– Orsøkirnar eru tvær. Tað fyrsta er, at hugurin er at royna nýggjar avbjóðingar eftir at hava spælt trý ár í KÍF. Hin orsøkin er, at svágur mín Heini spælir í Neistanum, og frá honum  kann eg fáa nýggjan íbástur og læra nógv á høgra bakki. Heini er besti høgri bakkur í landinum, sigur Andrias.

Andrias er kropssterkur spælari og hevur frálíkt hoppskot, men hann spældi ikki nógvar minuttir í FM-finalunum vegna skaða. Er hann frískur og tilreiðar at venja við neistamonnum í næstu viku?

– Eg spældi ikki nógv seinastu dystirnir, tí eg beklaði og hevði eisini eitt sindur av pína  í øðrum knænum, men nú eri eg tilreiðar at fara á vøllin. Eg royndi at koma á vøllin í FM-finalunum, men mátti gevast vegna skaðan. Nú er eg tilreiðar og gleði meg at venja saman við svágrinum og hinum neistamonnunum, sigur Andrias í stuttari viðmerking.

Um neistamenn til komandi kappingarár er stutt at siga, at nú er tað Morten Hust og ikki Ingi Olsen og Jacob Jónsson, sum venur neistamenn. Liðið missir tríggjar týdningarmiklar spælarar í Inga Olsen, sum nú er spælandi venjari hjá VÍF, og so Rósing Rasmussein og Heina Ragnarsson, sum fara av landinum í lestrarørindum. Ja, og so vongurin David Edvardsen eisini farin aftur til Danmarkar.

Andrias er nú  komin í Neistan, og væntandi koma ein ella tveir spælarar aftrat, so liðið er væl mannað til altjóða avbjóðingina og komandi kappingarár. Andrias er sonur Andreu og Jóanis Nielsen úr Sandavági, sum bæði hava spælt í bestu deildini og hava virkað fyri hondbóltinum í bygdini. Vælkomin í Neistan Andrias. (Vagnur)

3 thoughts on “Andrias Nielsen spælir við Neistanum næsta kappingarár

  1. Góða eydnu í Neistanum Andrias (tó ikki ímóti KÍF), og takk fyri góðu tíðina vit høvdu í KÍF.. 😉

    Like

  2. Hjartaliga vælkomin í Neistan, Andrias. Eri sannførdur um, at tú verður væl móttikin og vóni, at tú fert at mennast og trívast væl.
    Spennandi verður at fylgja við, hvussu tit ungu leikarar í hópinum fara at mennast. Drívið á, venjið og havið tol, so skulu úrslitini nokk eisini koma.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s