Birgir Poulsen hevur valt at ganga venjaraleiðina

Birgir Poulsen er frálíkur venjari. (Mynd Vagnur)

Birgir Poulsen hevur í nógv ár verið virkin í Neistanum bæði sum spælari og venjari.  Hann hevur spælt við besta liði hjá felagnum  í nøkur ár og hevur síðan heilt ungur vant ungdómslið í Neistanum. Venjaralívið er ikki nýtt fyri Birgir, tí hann er uppvaksin við at hava ein venjara rundan um seg. Páll Poulsen pápi Birgir hevur verið venjari í nógv ár, hann var millum annað venjari hjá Neistanum, tá ið menninir vunnu føroyameistaraheitið í ár 2000, og hevði hann eisini kvinnurnar hjá neistanum áðrenn tað. Hann hevur eisini verið  í H71, VÍF og Sóljuni.

Birgir hevur gott eyga fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Kjartan Madsen)

Líka síðan Birgir byrjaði at spæla hondbólt, var hann við pápa sínum til venjingar og eygleiddi. Hann var við til næstan hvørja einastu venjing bæði í Hoyvík, Vestmanna og í hallunum í Havn.

Birgir, sum bæði hevur verið við á besta mannsliðinum í Neistanum, spælt á 2. Liðið hjá Viborg HK og spælt á føroyska landsliðinum, fekk í novembur mánað í 2009 í sera spennandi og góðum dysti í serbia ein álvarsligan skaða í knæðið. Tá broyttust fortreytirnar til tess at blíva yrkisspælari.

“Eg minnist best, at mínir stórstu dreymar brustu, og eg visti tá, at eg mátti søkja nýggjar leiðir. Tankarnir mólu í høvdinunum, hvat eg nú skuldi gera, men eg visti eisini, at sum venjari hevði eg eisini góðan møguleika. Eg havi eisini altíð havt tað í huganunum, at eg einaferð skal vera venjari á høgum støði, helst uttanfyri Føroyar.”

Á sumri 2010 fór Birgir so av landinum at nema sær útbúgving sum venjari. Leiðin gekk til Ikast í Danmark, har hann enn er staddur. Birgir sigur soleiðis um uppihaldið í Ikast.

“Eg havi ment meg sera nógv í Ikast bæði sum spælari og venjari. Eg havi fingið góðan íblástur og havi fingið sera góð ummæli frá hinum venjarunum. Ikast er góður og ítróttavinaligur býur við ótrúliga nógvum møguleikunum, tí býurin liggur  geografiskt væl fyri.

Venjaralívið er eisini gott, og havi eg nógv at gera. Uppgávurnar eru ymiskar, og havi eg fingið fleiri og fleiri uppgávur, jú longri eg havi verið her. So tað boðar frá góðum.

Eg havi fyrst og fremst eitt gentulið í Team Ikast, sum eg havi havt frá byrjan. Síðani eri eg venjari á háskúlanum, og eftir eina tíð her, kom eg at práta við venjararnar hjá eftirskúlanum, sum vildu hava meg at koma at venja eftirskúlagenturnar saman við teimum. Hesar venji eg tvær, tríggjar ferðir og onkuntíð fýra ferðir um vikuna. Umframt tað venji eg eisini  einaferð um vikuna dreingir, sum ganga í studentarskúla og handilsskúla, og viðhvørt eru dreingirnir frá háskúlanum eisini við. So uppgávurnar eru nógvar og ymiskar.”

Birgir byrjaði eisini at spæla við Ikast FS sum spælir í 3.deild, men mátti gevast, tí  gamli knæskaðin spøkti aftur.

Men hvat ætlar Birgir við hesum. Hann er einans 22 ára gamal og hevur skjótt ein stóran part av elitevenjaraútbúgvingini, sum førir við sær, at tú kanst venja allar deildir í Danmark eisini bestu deildina.

“Eg ætli mær ein dag at royna meg sum venjari. Nú eri eg skjótt liðugur við størsta partin av elituvenjara útbúgvingini, og vantar mær bara trý, fýra skeið.  Tá ið klári hesi,  sum eg vóni at gera innan eitt til hálvtannað ár, eri eg 24 ára gamal við elitevenjaraútbúgving. Tað er sera hent at hava, um tú nú ætlar víðari sum venjari.”

Næsta kappingarár er Birgir aftur at síggja í Neistanum, um ikki sum spælari, so í øllum førum sum venjari. Hann hevur, sum hann sjálvur sigur, stórar ætlanir næsta kappingarár. Spenandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast hjá Birgiri. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s