Úr myndasavninum – Stórhending at síggja íslendska landsliðið í 1968

Íslendska landsliðið í Gundadali í 1968. St.f.v: Jón Kjartansson, HSÍ, Einar Mathiesen, form. HSÍ. Geir Hallsteinsson, Jón Hjaltalín, Einar Magnússon, Ágúst Øgmundsson, Sigurbergur Sigsteinsson og Ørn Hallsteinsson. Húkandi. Bjørgvin Bjørgvinsson, Bergur Guðnason, Guðmundur Gústafsson, Þorsteinn Bjørnsson, Sigurður Jóakimsson og Hilmar Bjørnnsson. (Mynd Bambus)
Føroyska landsliðið í 1968: St.v: Mannbjørn Mortensen, landsliðsvenjari, Niels Nattestad, Kyndil, Jóan Pætur Midjord, Kyndil, Steinbjørn Zachariassen, VÍF, Petur Højgaard, VÍF, Annfinn Rubek Nielsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF og Ólavur Lambaa, ÍSF formaður. Húkandi f: Regin Christiansen, VÍF, Marner Gaard, VÍF, Sverri Jacobsen, Kyndil, Egon Rasmussen, StÍF og Kristjan á Neystabø, Neistin. (Mynd Bambus)

Í 1964 spældi føroyska manslandsliðið fyrsta landsdystin ímóti Íslandi á nýasfalteraðum vølli. Hetta var í 18. juli 1964. Tá var eg fjúrtan ára gamal og júst byrjaður at venja hondbólt og kann ikki minnast so væl henda dystin uttan tað, at nógv fólk vóru komin í Gundadal og hornorkestur spældi. Landsdysturin varð fyriskipaður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Føroyingar spældu næsta dyst ímóti Íslandi eisini í Gundadali 20. juli 1968. Havi leingi leitað eftir góðu myndunum, sum Bambus, sáli, tók av báðum liðnum. Nú eru tær funnar.

Í 1964 minnist eg, at Hans Mortensen var einasti neistaspælari, sum kom á landsliðið. Hans vandi okkum dreingir, og vit vóru sjálvandi ernir, at okkara venjari spældi á landsliðnum. Um tað mundið vóru Kyndil og VÍF bestu mansliðini í Føroyum. Íslendingar vunnu í 1964 dystin 26-17. Birgir Bjørnsson, sum er pápi Solveig Birgisdóttir og abbi Finn Hanssson, er á myndini frá 1964, sum vit vísa í seinni grein.

Og so aftur til myndirnar av íslendska landsliðnum og føroyska landsliðnum frá 1968. Mannbjørn Mortensen, pápi Kára Mortensen, var landsliðsvenjari, og hann valdi fimm vestmenningar, fýra kyndilsmenn, ein neistamann og ein stranding at spæla ímóti íslendingum. Íslendingar vunnu dystin 27-17. Eg var tá átjan ára gamal og júst komin á besta lið Neistans. Minnist væl, at Kristian á Neystabø úr Neistanum, sum bara var sekstan ára gamal, kom á landsliðið, men slapp ikki í dyst. Eisini í 1968 vóru Kyndil og VÍF bestu mansliðini í Føroyum.

Solveig Birgisdóttir sigur frá pápanum Birgir Bjørnsson, at hann var tá venjari hjá íslendska landsliðnum, men var ikki við á ferðini í Føroyum. Stóra íslendska stjørnan var í 1968 Geir Hallsteinsson. Serliga minnist eg, hvussu hann skeyt undirhondskotini, spældi linjuna og skeyt hoppskotini. Hann var heimsstjørna og kundi alt við bóltinum. Haldi, at serliga landsdysturin í 1968 setti ferð á føroyskan hondbólt. Høllin kom í Klaksvík og tvey ár seinni í Havn. Eisini fylgdu føroyingar við í íslendskum hondbólti, og navnið Geir Hallsteinsson gloymir ein føroyskur hondbóltsspælari ikki. “Er tað ikki júst tað, ein hondbóltsspælari strembar eftir. At kunna tað við bóltinum, sum heimsstjørnan Geir Hallsteinsson vísti í Gundadali í 1968. Ørn Hallsteinsson beiggi Geir spældi eisini á íslendska landsliðnum í 1968.

Føroyingar høvdu eisini góðar hondbóltsspælarar í 1968, men spælið vann ikki so skjótt fram á uttandura vallunum. Munurin var stórur í 1968 á føroyskum og íslendskum hondbólti. Og hann er ikki minni í 2011. Íslendingar hava serligan hugburð, tá ið talan er um hondbólt, tí eru íslendingar heilt frammi í altjóða oddinum. Gloymi ongantíð spælaran Geir Hallsteinsson, hesin róligi og ótrúliga góði spælarin. Eg kom at hitta Geir í Íslandi, tá ið eg var á føroyska landsliðnum í 1970. Vit vóru í Íslandi í eina viku, og Geir Hallsteinsson og Vidar Simonarson vóru stjørnurnar í íslendsku gøtunum. Takk til Solveig Birgisdóttir, sum hevur útvegað mær nøvnini á íslendsku spælarunum og umboðini fyri HSÍ, sum er íslendska hondbóltssambandið. (Vagnur)

2 thoughts on “Úr myndasavninum – Stórhending at síggja íslendska landsliðið í 1968

  1. Søgulig mynd !!!
    Leggið til merkis stødd og breidd á íslendsku leikarunum – 6 leikarar fylla alla breiddina av málinum, ímeðan tað síggjast “dagar” ímillum føroysku leikararnar. Hetta var í 1968, er nakað broytt í dag ?

    Like

  2. Eisini ein “Neista-abbi” er á føroyska liðnum – abbin hjá Teiti Magnusson stendur uttast til høgru

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s