Heilsan frá nevnd Neistans

Góðu neistafólk – neistaviðhaldsfólk og hondbóltsáhugað í Føroyum

Stilla vika í 2011 hevur verið sera rokalig fyri neistafólk. Við bæði Sunset og Atlantic Airways liðunum í FM finalunum hava neistaáskoðarar verið til fimm finaludystir í eina viku. Leygardag í Kollafirði og hugt at monnunum, pálmasunnudag í Havn til kvinnudyst, skírhósdag til Klaksvíkar at hyggja at kvinnunum og sama dag til Havnar aftur at hyggja at monnunum, sum vunnu FM heitið í Atlantic Airways deildini. Páskaaftan aftur til Klaksvíkar, har kvinnurnar vunnu FM-heitið í Sunset deildini. Áh denn deiliga greipa. Túsund takk fyri føðingardagsgávuna øll somul!

Atlantic Airways liðið hjá Neistanum endurvann greipuna í ár. Tað er óført, tí eitt er at koma upp á tindin, eitt annað er at halda seg har uppi, og tað er ikki nøkur løtt uppgáva, men tit hava megnað tað. Tað er eftir mínum tykki eitt satt bragd, at tit hava vunnið fimm av seks møguligum kappingum hesi seinastu trý árini. Hjartaliga til lukku við tí, ynskja vit øllum spælarunum á liðnum.

Troyttir neistavenjarar. Eirikur, Bogi, Jacob og Ingi, tit eru óførir, tað skulu tit eiga. Eg visti ikki, at tað tók so hart upp á tykkum, men nú fáa tit nakrar frídagar, so tit koma nokk fyri tykkum aftur.

Niels og Hjalmar, nú eru tit nakað ernir, og tað kunnu tit av røttum vera. Tí uttan tykkum báðar vóru vit ikki komin so langt, sum vit eru. Men vit høvdu komið har. Tit eru ein deilig greipa.

Neistamenn meistarar 2011. St.f.v: David Edvardsen, Heini Hanusarson, Jugoslav Djumic, Jón Ludvig, Rósing Rasmussen, Heini Ragarsson, Kristian Dulavík, Bosko, vøddamýkjari, Eirikur Magnussen, liðleiðari. Húkandi, Ingi Olsen, venjari, Bogi Henriksen, málmansvenjari, Guðfinnur Thorsteinsson, Finnur Hansen, Jacob Jónsson, venjari, Jákup Apol, Áki Mørk, Teitur Magnusson og Sjúrður Thomassen. Í miðjuni málverjarnir í gulum.f.v: Ári Dam og Bartal Kamban.

“Damerne først”, men hesuferð vóru tað menninir, ið vórðu fyrri at vinna FM

Festligar fastalávintsgrýlur komu syngjandi: ”Neistin er nummar eitt, tað er avgjørt og greitt, ongin skal okkum fáa, fáa av pallinum tveitt…..” so tað hoyrdist um alla Konmansmýru.

Tá tær vitjaðu á Spógvavegi 33 á fástulávint, tær fingu okkurt við sær. Lyftið til grýlurnar var, at tær skuldu fáa meira, tá ið tær høvdu vunnið FM, ikki um tær vunnu. Um tað er nakað symbolskt í nummar 33, veit eg ikki, men tað eru liðin júst 33 ár síðani, at menn og kvinnur hava vunnið meistaraheitið sama ár. Seinast var í 1978. Eg vóni ikki at vit skulu bíða í 33 ár, fyrrenn tað hendur aftur. Lyftið verður hildið.

Hvør var nú handan grýlan í svørtum hjálmi? (Mynd Vagnur)

Hatta er kviki høgri vongur, ið ongin megnar at fylgja við, tá hon setur ferð á.

Neistakvinnur meistarar 2011. St.v: Bosko, vøddamýkjari, Solveig Birgisdóttir, hjálparvenjari, Rakul Augustinussen, Katrin á Neystabø, Birita Wardum, Nicoleta Hansen, Barbara Brauer, Elin Holm, Bára Hansen, Marjun Danberg, Sigrun Mikkelsen, venjari, og Birgir Hansen, venjari. Húkandi f.v: Nanna í Stórustovu, Lovisa Andreasen, Rakul Magnussen, Ruth Heen, Fríða Petersen, Unnur Danielsen, Jacklin Durhuus og Jenný Kragesteen.

Hóast mest vinnandi lið í føroyskum høpi, 36 av 68 meistaheitum, syrgdu tit fyri, eftir fjúrtan ára meistaraturk, at vit vunnu okkara 37. meistaraheitið í Sunset deildini, og at vit fyri fjórðu ferð í søgu felagsins saman við Atlantic Airways liðnum vunnu FM-heitini. Men tit hildu okkum á pínubonkinum til tað allar seinastu løtuna, tá tit í triðja finaludystinum gjørdu bart í seinna hálvleiki og kveistraðu allan iva burtur, tá ið  tit øktu leikferðina so nógv, at tað neyvan nakað annað lið Føroyum hevði megna at fylgt við tykkum, sjálv ikki menninir hjá KÍF, og teir eru óførir at leika við høgari ferð.

Hjartaliga til lukku! Tit eru fantastiskar. Vit rundan um tykkum vistu, hvat býr í tykkum, men tað tók sína tíð at fáa tykkum at vísa tað.

Katrin, Solveig, Jóhanna, Sigrun og Birgir, tit hava veruliga gjørt eitt megnar avrik við at flyta kvinnurnar upp á tindin.

Eg vænti at Durita, Kára, Høgni og Jógvan hava mist jørðforbindilsi. Nú fingu tit løn fyri stríðið. Tað er tykkum eisini so hjartaliga væl unt, so sveimi tit bara í sjeynda himli í komandi døgum.

Takk fyri alla tað orku, ið tit leggja í Sunset liðið. Uttan at taka nakað frá nøkrum, so er tað tykkara æra, at kvinnurnar vunnu sítt 37. FM-heiti. Durita og Høgni – Kára og Jógvan tit eru tvær super greipur. Hjartaliga til lukku!

Uttast til vinstru Durita og Høgni Hansen. Næst uttast til høgru Jógvan Højgaard.

Kára (Cool) á Dunga (Mynd Vagnur)

Hjartaliga tøkk til  áskoðarafjøldina. Tit eru nakað heilt serligt. Við stuðlandi og eggjandi rópum hava tit borið bæði liðini ígjøgnum allar finaludystirnar. Tit hava vunnið dystin sum bestu áskoðarar. Sjálvt á útivølli í Klaksvík høvdu tit eina yvirvág, og tað er ikki lætt har norðuri, tað veit eg alt um.

Takk fyri øll somul

Blíðar heilsanir vegna nevndina

Formaðurin

2 thoughts on “Heilsan frá nevnd Neistans

  1. Ein heit heilsan til nevnd Neistans, leiðslubólkin hjá kvinnum (LBK) og leiðslubólkin hjá monnum (LBM), tit hava gjørt eitt framúr arbeiði! (skal ikki her koma inn tann partin, sum tit gera í leypi av øllum kappingarárinum) Eg hugsi er um alt, sum er fyriskipað í sambandi við FM finalurnar. Lìka frá at fyriskipa andlitsmáling, bussflutningi og øllum sum skal til fyri at fáa besta áskoðarastemningin í FM finalunum. Og so ikki minni enn 2 ferðir opið hús (hósdag og leygardag) við bæði mati, fríari barr og øllum tilbehoyr til langt út á náttina – ótrúligt. Her legði LBK trumfin á við at lata Sunset leikararnar koma í veitsluna í limonsin (men tað var jú eisini fyrsta FM í 14 ár). Eitt er tað sum leiðslurnar skipa fyri. Hesir dagarnir hava væl og virðiliga víst, at tað eru hópin av eldsálum í felagnum, sum av sær sjálvum eru tilreiðar at gera næstan hvat sum helst. Alt tilsamans gjørdi, at vit fingu fantastiskar karmar í FM finalunum – ógloymandi dagar. Neistin sæst og hoyrist allastaðni – og facebook flýtur yvir við neistarómi og myndum. Tað er stuttligt at vera partur av einum felagi, har so nógvar hendur eru til reiðar at taka tøk. Fái hug til at nevna nøvn, men lati vera, tí tað hevði ongan enda tikið – og so er eisini vandi fyri at vera óskettin og gloyma onkran.

    At enda tillukku til liðini bæði við FM heitunum.

    Ps. Tað endar sjálvandi ikki her, tí komandi vikuskifti eru “Aftur í 70’ini” og um tvær vikur er 80 ára veitsla. Og so er næstan tíð at fara í gongd við næsta kappingarár…

    Like

  2. So sera samd við Jón. Nevndin er ótrúlig, tað skulu tit eiga. Tit gera eitt fantastiskt arbeiði. Vert er eisini at nevna, hvussu hjálpsom øll eru, tá okkurt skal gerast. Hósdagin bjóðaði felagið døgurða. Komin heim úr Klaksvík, vóru vit aftur boðin til døgurða. Oksasteikir í longum banum lógu í B36 húsinum, øll gjørdu okkurt, eitt,tvey trý so høvdu vit syrgt fyri døgurða til 300 fólk. Alt bleiv stáplað uppá beinini eftir lítlari løtu. Tað er bara so fantastiskt at vera partur av hesum gullfelagi.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s