Um fáar tímar stendur slagið í Klaksvík

Neistaáskoðararnir hava verið ótrúligir í vetur. (Mynd Vagnur)

Nógv neistafólk og stjørnufólk hava í morgun summarfuglar í búkininum. Og tað skalt tú hava, tá ið tú hugsar um triða og seinasta FM-finaludystin millum Stjørnuna og Neistan í dag klokkan 15.00. Stjørnan hevur verið toppliðið í føroyskum kvinnuhondbólti seinastu tíggju árini. Seks FM-heitið í tíggju ár, meðan Neistin skal heilt aftur til 1997 , síðani liðið vann meistaraheitið. Styrkjan hjá Stjørnuni hesi árini er, at liðið hevur varðveitt nakrar av eldru spælarunum og eisini hevur havt eydnuna við útlendskum styrki. Og Stjørnan hevur mest sum bara havt eina liðið at verið um, tí ikki hevur gingið væl hjá yngru gentuliðunum, og manshondbóltin hevur felagið slept. Neistakvinnur hava verið trilvandi seinastu árini, serliga, tí heilir árgangir blivu burtur, og felagið byrjaði ár eftir ár við nýggjum liði og skiftandi venjarum. Í ár hendi so tað, at neistakvinnur fingu útlendskan styrk og fekk góða byrjan við at vinna á Tjaldri og Stjørnuni fyrstu dystirnar í Havn. Tað sá ikki gott út í fyrst í februar mánað at koma í FM-finalurnar, men fleiri og fleiri spælarar mentist og harvið liðið. Við sigrinum ímóti Tjaldri í Havn kundu tær sjálvar spæla seg í FM-finalurnar. Í dag standa tær so í Klaksvík til triða og seinasta FM-dystin í 2011. Og so er bara at taka av møguleikanum neistakvinnur og spæla av lívsins kreftum. (Vagnur)

One thought on “Um fáar tímar stendur slagið í Klaksvík

  1. Vit síggjast kl.12.00 í Neistarúminum – OMG tað verður spennandi 🙂
    Góða eydnu til okkum øll og serliga til neistakvinnurnar – go for it 😉

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s