Teir hava vunnið trý FM-heitið og tríggjar steypakappingar

Tveir fegnir "stjórar" eftir triðja FM-heitið í fýra ár. Til lukku. (Mynd Vagnur)

Hitti hósdagin tveir fegnar neistaleiðarar eftir FM-sigurin ímóti KÍF. Niels Mortensen og Hjalmar H. Petersen hava brúkt nógva tíð í mansbólkinum seinastu árini. Mansbólkurin, sum vit rópa Niels og Hjalmar, hava evstu ábyrgd av neistamonnum. Teir seta venjarar og spælarar og annars ganga monnunum til handa á øllum mótum. Uttan Niels og Hjalmar stóð Neistin eftir fýra árum ikki við trimum meistaraheitum og trimum steypafinalusigrum. FM-vinnarar í 2008, 2010 og 2011 og steypavinnarar í 2009, 2010 og 2011. Teir ganga við lív og sál upp í sítt virksemið. Eru eisini uttanlands, tá ið liðið spælir altjóða dystir, og teir síggja hvønn dyst hjá monnunum, tá ið teir eru heima. Hjalmar, sum er stjóri í Vónini, arbeiðir helvtina av árinum uttanlands. Og Niels og Hjalmar eru ikki ein og hvør í neistahøpi. Hjalmar stóð í málinum hjá neistamonnum og dømdi í nógv ár, og Niels fekk hondbóltin við móðurmjólkini, tí pápi hansara Hans Mortensen spældi á besta liðnum og var eitt skifti formaður í felagnum. Niels og Hjalmar eru eisini limir í hallarbólkinum, har nógv er at gera í løtuni. Seinasta hond verður nú løgd á verkætlanina við Landavegin. Til lukku tit báðar, og sum lagið var eftir FM-sigurin á KÍF, so eru framtíðarætlaninar hjá neistamonnum framvegis stórar. (Vagnur)

One thought on “Teir hava vunnið trý FM-heitið og tríggjar steypakappingar

  1. Til alle Neisten spillere, Niels og Hjalmar et stort tillykke herfra.
    Håber at i forsætter med det gode arbejde, for det giver inspiration til andre.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s