Heini fekk steyp sum besti spælari í FM-finalunum

Heini og Eikur vi steypunum. (Mynd Vagnur)

Dánjal Samuelsen frá Elekstron handaði besta spælara hjá báðum liðnum steyp. Eisini gav Elektron ognarsteyp til Neistan. Ein bólkur av serkønum valdu bestu spælararnar á báðum liðnum í FM-finalunum, og teir gjørdust Heini Hanusarson úr Neistanum og Ási Dam í KÍF. Heini Hanusarson var bara so róligur í seinna FM-dystinum, hann bíðaði til møguleikin var har, og so langaði hann bóltin í KÍF málið. Eingin ivi um, at fortreytirnar hjá Heina eru ikki altíð tær somu, tí onkuntíð kemur hann beint frá arbeiði inn á vøllin, og hann hevur eisini verið skaddur á leiðini. Men í gjár var Heini, tá ið hann er allar best, var róligur, skotvísur og skeyt tíggju mál. Ótrúliga flott avrik frá Heina í seinna dystinum ímóti KÍF. Heini spælir eisini í Neistanum næsta kappingarár. Vit nevndu Niels og Hjalmar í omanfyri grein, men Eirikur Magnussen liðleiðarin á myndini var ikki sørt rørdur eftir dystin. Hann gongur eisini við lív og sál upp í arbeiðið sum liðleiðari. Ein liðleiðari við myrkabláum blóði, sum eisini er liðleiðari næsta kappingarár. Tað eru allir hesir lyglapersónarnir, vit hava brúk fyri í Neistanum. (Vagnur)

One thought on “Heini fekk steyp sum besti spælari í FM-finalunum

  1. Til lukku til Neistan, leikarar, venjarar, mansbólk, nevnd og áskoðarar.
    Vit, ið kenna Eirik, vita, hvussu fantastiskur hann er. Altíð positivur og altið tilreiðar at hjálpa. Kenni nógv folk, ið arbeiða fyri sítt felag, men eingin slær Eirik. Hann er sublimur!

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s