Hví skuldi nú gula gólvið leggjast á í høllini á Hálsi?

Gula gólvið skyggir ótrúliga nógv. (Mynd Vagnur)

Tú skalt ikki geva penninum skuldina, tá ið tú tildømis hevur skrivað vánaliga bók, grein ella stíl. Ætli mær heldur ikki at geva gólvinum skuldina, at Neistin og Stjørnan sunnudagin spældu ein vánaligan FM-dyst, sum Stjørnan vann við einum máli. Stjørnan hevði munin serliga í bakketuni, sjálvt um Neistin kundi fáa javnleik í seinasta minuttinum. Skilji ikki rættliga, hví Neistin gongur við til at leggja gula gólvið í høllini, og sum neistakvinnur ikki hava vant á. Gula gólvið er heilt annað undirlag enn upprunagólvið, og kvinnurnar úr Stjørnuni hava spælt fleiri steypafinalur á gólvinum. Fyri myndatakarin er gula gólvið ikki gott, tí tað skyggir so nógv, at øll andlit gerast gul. Eg sigi sum landaliðsvenjarin í fótbólti Brian Kerr: Vit skulu finna fram teir fyrimunir í Føroyum, sum ikki eru aðrastaðni, tí skulu vit spæla heimadystirnar á Svangaskarði. Her hugsar Brian serliga um, at vøllurin er nakað minni enn í Gundadali, og at tað kanska er ørkymlandi hjá mótstøðuliðnum at spæla júst á Svangaskarði við serliga útsýninum. Men farið er farið, nú fara neistafólk mannsterk til Klaksvíkar hósdagin, og tað gólvið kenna neistakvinnur. So tað er bara at herja á enn einaferð og slutt við umberingum.  (Vagnur)

One thought on “Hví skuldi nú gula gólvið leggjast á í høllini á Hálsi?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s