Neistin dreingir 17 ár B eru mentir heilt nógv í vetur

Neistin D17b. St.f.v: Kristin Háberg, Heðin Laksá, Karsten Højgaard, Páll Kjartan Nattestad, Bjørn Mohr og Christian Dan Sørensen. Húkandi f.v: Gilli Lorentzen, Jógvan Andreasen, Mikkjal Hansen, Alex Buha, Teis Horn Rasmussen og Rúni Eliasen. Fremst: Gunnar L. Hansen.

Neistin hevur í vetur havt spennandi bólk dreingir 17 ár, sum Flemming Raben og Sophus Dal Christiansen hava vant. Havi sæð dreingirnar vant nakrar ferðir, og dreingirnir møta væl til venjingar og eru hugagóðir. Oftast verður kikarin vendir ímóti A-liðunum og harvið at vinna meistaraheitið, men umráðandi er, at yngru dreingirnir í bólkinum, sum skulu mannað A-liðið næsta kappingarár, eisini mennast sum spælarar. Og tað hava okkara B-dreingir so sanniliga gjørt. Dreingirnir eru fimtan, sekstan ára gamlir, sum mannað dreingir 17B, og fólk hava havt á munni, at dreingirnir eru ment nógv í vetur. Endaliga úrslit teirra var, at teir vunnu silvur í B-bólkinum, sum StÍF vann. Fleiri av dreingjunum koma at manna A-liðið næsta kappingarár. Til lukku við silvurmerkjunum, og vit síggjast aftur líka ídnir eftir ólavsøku. (Vagnur)

One thought on “Neistin dreingir 17 ár B eru mentir heilt nógv í vetur

  1. Tillukku til tykkum allar. Tit hava virkuliga uppiborið medaljuna. Gleði meg at síggja tykkum at spæla komandi kappingarár. Haldi, at Neistin hevur ein sera fittan, hjálpsaman og raskan ungdóm, sum gera sítt til at fólk trívast. Go for it…..;-)

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s