Neistafólk eru fegin um bronsuna hjá gentum 17 ár B

Neistin 17 B bronsuvinnarar í 2011. St.f.v: Kirstin Vang, Kristina Heðinsdóttir Clementsen, Guðrið Poulsen, Armgarð Mortensen, Birita Jacobsen og Kári Horn, venjari. Húkandi f. Fríðhild Maria Terjadóttir Jacobsen, Jórun Maria Dalbø, Katrin Dahl Hanusson, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, Eydna Julianna Andreasen og Jóhild Sørensen. Fremst: Mona Dam Poulsen. (Mynd Joan Jacobsen)

Tað hevur gingið væl hjá gentu-og kvinnuliðnum hjá Neistanum í vetur. Eitt er at vinna FM-heitið, men  eisini eru onnur lið, sum eru mannað við yngri spælarum og kappast um heiðursmerki. Óivað var kravið, at gentur 17 A vann FM-heitið, sum tær gjørdu, og so vónaðu vit bronsumerkini til B-liðið. Ikki gekst B-liðnum væl í heyst, men tær eru mentar ótrúliga nógv í vetur. Sveinaroyndin var so í Vestmanna seinasta leygardag, har neistagenturnar kundu tryggjað sær bronsuna við javnleiki ímóti VÍF. Tær komu illa frá byrjan, og VÍF var á odda 8-4 við hálvleik. Við góðum stuðli frá venjaranum Kára Horn og neistaáskoðarunum tóku neistagentur dik á seg í seinna hálvleik og vunnu dystin 17-13. Og sjálvandi vóru neistagenturnar ovurfegnar, eins og tær høvdu vunnið FM-heitið. Tær hava verið í harðari kapping eisini við kyndilsliðið, sum vann silvurið, har spælarar spæla í Sunset-deildini. Neistaliðið 17 B er mannað við fyrsta árs gentum 17 ár og nakrar gentur 14 ár. Til lukku við bronsuni, sum vit øll eru fegin um. (Vagnur)

7 thoughts on “Neistafólk eru fegin um bronsuna hjá gentum 17 ár B

  1. Í harðari kapping við kyndlaliðið? Nú haldi eg, at tú fert skeivur. Vit hava vunnið tær við sera, sera nógvum málum hvørja ferð, so hatta er nakað tvætl! Og fyri tað, um vit hava nógvir spælarar, sum spæla í sunset-deildini, vil tað ikki siga, at vit eru nógv eldri. Meira enn helvtin av okkara liðið er mannað av fyrsta árs gentum 17 ár. Tú burdi kannað slíkt betri, áðrenn tú skrivar tað á heimasíðu Neistans.

    Vinarliga
    Bára K. Hansen

    Like

  2. Hjartaliga tillukku við medaljuni. Tit hava virkuliga uppiborði hana. Eg veit hvussu nógv tit hava kempa og tað hevur verði strævið til tíðir. Tit eru allar fantastiskar, fittar og hjalpsamar gentur og spælararir. Haldi áfram at kempa – minnist til, at tit vinna sum eitt lið. Tit hava ment tykkum fantastiska nógv hetta kappingarár. Kári tú skalt eisini hava eina stóra takk fyri tít megnar arbeiði.
    Gleði meg at síggja tykkum at spæla aftur komandi kappingarár. Alt tað besta til tykkum allar og Kára 😉

    Like

  3. Shit, tað var gott at vinna tann síðsta dystin. Ja, eg veit ikki heilt, hvat tú meinar við Vagnur, at vit hava verið í harðari kapping við kyndilsliðini. Vit hava havt líka harða kapping ímóti Kyndli eins og ímóti Neistanum A (Hóast harðari ímóti Neistanum A). Men, tú hevði saktans kunnað valt eina aðra mynd. Hatta var tann EINA myndin, har nakrar av okkum gjørdu eitt seriøst andlit fyri stuttleika… 😉 Men tvætl.. Eg haldi ikki, at eg havai verið við í einum dysti, har vit hava havt eitt so stórt comeback, so hatta var bara feitt 🙂 !

    Like

  4. HJARTALIGA TILLUKKU.. tit eru fantastiskar! Og seinni hálvleikur í sísta dystinum leiktu tit allar heilt fantastiskt! 🙂
    eitt sera væl uppiborið bronsuheiðursmerki, tað heilt vist! 😉
    Deiligt at síggja allar tær ungu g17 genturnar + tær sum koma upp í g17 næsta ár klára seg so væl! allar fantastiska fittar og skilagóðar gentur. 😉
    Tit gera tað lætt hjá okkum “gomlu” at flyta upp uttan at ivast í, at tit aftur næsta ár fara at klára tykkum fantastiska væl og vinna nøkur heiðusrmerki til Neistan.
    Alt tað besta, Nanna 🙂

    Like

  5. Stóra takk til øll sum hava stuðla okkum í ár, nevnd, foreldur, sponsorar og neistaáskoðarar.
    Má siga, at okkara málsetningur bleiv hildin til sísta bríksl. Øll flentu, tá vit á fundi blivi samd um at blíva nummar 1 og 3 í FM og vinna steypakappingina, og tað hevur bara borið til, tí at her eru nakrar gentur, sum vilja venja og ikki minst vilja vinna. Um venjarin hevur sagt, at vit venja 3-4 ella 5 ferðir um vikuna, so verður hetta gjørt. Og ongantíð er set spurnartekin við nakað, sum hevur verið gjørt síðani 1. august og til nú.
    So samanumtikið vil eg takka øllum leikarnum fyri í ár og ynskja teimum alt gott fram yvir 🙂
    Takk fyri

    Like

  6. Stuttuligt at síggja, at nakrar linjur kunnu øsa ávis fólk so nógv. Eisini er tað stuttuligt at síggja, at “Kyndla fólk” fylgja so væl við, hvat verður skrivað á heimasíðuni hjá Neistanum. Tað at “Neistin” letur fólk frá øðrum feløgum at koma framat við sínari hugsan er ok. Eitt gott tjak um ymiskt er altið gott, eisini hondbóltin. Hetta kundi heimasídan hjá øðrum hondbóltsfeløgum lært eitt sindur av. Haldi tú gert eitt megnar arbeiði fyri Neistan og fyri hondbóltin sum heild, Vagnur. Takk fyri 🙂

    Like

  7. Hjartaliga tillukku við medaljuni til tykkum øll , leikarar og venjarar 🙂
    Hetta var ein sera harður og spennandi dystur fyri okkum øll, ið komu við at heppa. Tit vóru raskar at koma aftur og vinna dystin 🙂 eitt stórt tillukku til tykkum øll 🙂
    Vit eru fleiri, ið gleða okkum at síggja tykkum allar spæla aftur komandi kappingarár. Vónandi fleiri dystir í okkara komandi Neistahøll 😉
    Alt tað besta
    Vinarliga
    Joan

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s