U20 kvinnurnar hjá VÍF vunnu meistaraheitið

VÍF U20 kvinnur meistarar í 2011. St.f.v: Jóhan Lind, liðleiðari, Liljan Djurhuus, Haldis Johannesen, Linda Davidsen, Jutta Nielsen, Randi Virgarsdóttir, Svanna Hanusardóttir, venjari og Kári Mortensen, venjari. Húkandi f.v: Eilen Hansen, Tóra Seloy, Agnas Olsen, Viviann Petersen, Steinbjarta Egholm, Halla Durhuus og Sólja Thorleifsson. (Mynd VÍF)

Bara trý lið hava í vetur kappast í deildini U20 kvinnur. VÍF, StÍF og Neistin. Liðini hava spælt fýra dystir hvør ímóti øðrum, og VÍF fekk 12 stig, StÍF 12 stig og Neistin 0 stig. VÍF vinnur meistaraheitið, tí liðið vann tveir dystir á StÍF og tapti tveri dystir fyri StÍF, men er frammanfyri í innanhýsismálmuni. VÍF liðið er mannað við spælarum úr gentum 17 ár bólkinum og kvinnum, sum spæla á Sunset-liðnum. Agnas Olsen sigur, at VÍF spælararnir hava lagt stóran dent at vinna U20 kappingina. Tú kanst seta spurningin, hví Neistin einki stig fær í kappingini. Orsøkin er einfald, at felagið hevur ikki eins góðar spælarar og VÍF og StÍF í hesum aldurbólki. Til lukku til VÍF við meistaraheitinum. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s