Neistavenjararnir eru nógv eldir seinastu vikurnar

Troyttir neistavenjarar. Frá vinstru Jacob Jónsson, Ingi Olsen, Eirikur Magnussen og Bogi Henriksen. (Mynd Sanna)

Neistamenninir royna sum frægast at fyrireika seg til FM-finalurnar, har fyrsti dysturin verður spældur í Kollafirði leygardagin klokkan 18.00. Neistaáskoðararnir hava merkt seinastu vikurnar, at neistavenjararnir og liðleiðarin eru nógv eldir seinastu vikurnar. Teir ganga sum gamlir troyttir menn og krúpa og fýsa fram við vegginum. Høvuðbrýggið tók dyk á seg, tá neistamenn taptu fyri H71 og StÍF, og at venjararnir ongantíð vita, hvørji menn eru skaddir ella ikki eru skaddir, og harvið kunnu spæla ella ikki spæla. Teir hava heldur ikki ánilsi av, hvør byrjunaruppstillingin er í Kollafirði leygardagin, men teir boða frá, at teir fara at gera alt, sum stendur í teirra makt at endurvinna FM-heitið. Ungu neistaspælararnir, sum eru væl fyri, síggja sær nú møguleikan at kappast við eldru spælararnar um plássini í FM-finalunum. Teir tóku fyrsta fetið í gjár ímóti Team Klaksvík, har David og yngru spælararnir skutu flestu málini. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s