VB-Tjaldur 30-29 (17-16) Neistakvinnur spæla FM-finalur ímóti Stjørnuni

Rakul Magnussen og hinar neistakvinnurnar kunnu nú gleða seg til FM-finalurnar. (Mynd Kjartan Madsen)

Neistafólk fegnast, tí nú skulu neistakvinnur eisini spæla FM-finalur. VB vann í dag í tøttum dysti 30-29 á Tjaldri, tí eru neistakvinnur í FM-finalunum. Kári Horn var í Vági, og hann sigur soleiðis stutt um dystin. “Tjaldur byrjaði dystin best og longu eftir hálvan fyrra hálvleik var Tjaldur á odda 15-9. Men so fóru vágskvinnur fram at mansverja Adinu og Simonu hjá Tjaldri, og tá ið dómararnir bríkslaðu av fyri hálvleiki, var VB nú á odda 17-16. Í seinna hálvleiki fylgdust liðini, og tú hevði ikki hóming av, hvat lið vann dystin. Og Tjaldur, sum hevði brúk fyri stigunum, kundi tað sama vunnið dystin, tí seinastu fimtan sekundini brendi tjaldurskvinna upplagdan málmøguleika við støðuna 29-29. Tað var VB, sum fekk seinasta málið í dystinum til 30-29 og tí spældi vágskvinnur Neistan í FM-finalurnar. Og sjálvandi hava neistakvinnur nú eins góðar møguleikar at vinna FM-heitið sum Stjørnan. Stjørnan hevur tó fyrimun, tí vinna liðini hvør sín dyst, so verður triði og seinasti FM-finaludystur spældur í Klaksvík. Neistin og Stjørnan spæla sunnudagin í Havn seinasta dystin í grundspælinuum, men hesin dystur hevur nú minni at týða. (Vagnur)

14 thoughts on “VB-Tjaldur 30-29 (17-16) Neistakvinnur spæla FM-finalur ímóti Stjørnuni

  1. Hjartaliga til lukku við finalu plássinum. Vísa tit sama hugburð, sum tit vístu í dystinum móti Tjaldri, so verða tit ikki lættar at syfta í finalu dystunum. Alt tað besta. DRÍVIÐ Á. TIT MEGNAÐ TAÐ TIT VILJA.

    Like

  2. Hjartaliga tillukku við finaluplássinum kvinnur. Hetta er tykkum sera, sera væl unnt. Nú er at fara allan vegin. Góða eydnu.

    Like

  3. Stórt tillukku herfrá. Gleði meg at síggja tykkum spæla finaluna. Um tit spæla sum tit spældu móti Tjaldri, so ivist eg ikki í, at tit klára tað.

    Like

  4. Fyrst takk til VB, at tit hjálptu okkum at koma í finaluna. Annars tillukku til neistakvinnurnar. Vit gleða okkum til dystirnar .

    Like

  5. Takk fyri Bogi, vit bjóða okkurt gott á Gallaveitsluni afturfyri !!!
    Til Vagnur : – um tú fekk tín vilja viðvíkandi niðurflyting í fjør, so var VB ikki har til at hjálpa okkum í ár, hugsa um tað.

    Like

  6. Takk fyri í Tjaldri og góða eydnu komandi ár. Tit vunnu hóast alt steypakappingina, og tað skulu tit vera stoltar av. Góða eydnu til Neistan og Stjørnuna, may the best team win.

    Koyr á Tjaldur.

    Like

  7. Tit eru ófør/ óførar 🙂 gleði meg til finalunar 🙂 nú er at koyra á heilt til endan, og fáa gullið um hálsin 🙂

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s