Gentur 14 ár hjá Neistanum vinna Fm-heitið – Tit eru so hugagóðir og evnaríkir hondbóltsspælarar

Neistin gentur 14 ár meistarar. St.f.v: Dánjal Pauli Mohr, venjari, Lea Reginsdóttir, Fríðhild Maria Jacobsen, Kristina Clementsen, Brynhild Haraldsen og Marianna Holm Jacobsen. Fremst f.v: Jóhild Sørensen, Brynja Sveinsdóttir, Matilda Hansson, Mona Dam Poulsen, Súsanna Pállsdóttir, Lilja Mohr og Brynja Høj.
Neistin gentur 14 ár meistarar. St.f.v: Dánjal Pauli Mohr, venjari, Lea Reginsdóttir, Fríðhild Maria Jacobsen, Kristina Clementsen, Brynhild Haraldsen og Marianna Holm Jacobsen. Fremst f.v: Jóhild Sørensen, Brynja Sveinsdóttir, Matilda Hansson, Mona Dam Poulsen, Súsanna Pállsdóttir, Lilja Mohr og Brynja Høj. (Mynd Helena Dam)

Seinasta summar varð gjørt nógv burturúr, tá ið neistagentur vunnu stóra hondbóltskapping í Svøríki. 96 gentulið í bólkinum gentur 14 ár vóru við í kappingini, sum neistagentur vunnu í spennandi finalu á donskum liði. Dysturin varð sýndur beinleiðis á heimasíðuni hjá Partille cup kappingini. Hetta var so mikið stórt avrik av neistagentum, at borgarstjórin í Havn vildi hitta genturnar til hugnaløtu í móttøkuhølininum í Tróndargøtu. Fleiri av neistagentunum ganga í Hoyvíkarskúla, har tær eru á hondbóltslinjuni, sum verður royndarkoyrt á skúlanum. Tær vunnu steypakappingina í februar mánað, og tær eru nú meistarar í 2011. Summar av gentunum eru so mikið sterkar og góðar, at boð eru eftir teimum at hjálpa gentum 17 ár, so eisini eydnast teimum at vinna Fm-heitið. Til lukku venjarar og spælarar, tit eru bara so hugagóðir og evnaríkir hondbóltsspælarar. (Vagnur)

4 thoughts on “Gentur 14 ár hjá Neistanum vinna Fm-heitið – Tit eru so hugagóðir og evnaríkir hondbóltsspælarar

  1. Tit eru fantastiskar, til lukku vid greipuni.
    Minnist nú til hondbóltin tey næstu fimm árini og latið ikki tannárini fara framvið, uttan at tit leggja eins nógva orku í hondbóltin, sum tit hava gjørt 🙂
    Tað er nú, tit fara at mennast til vaksnamannahondbólt, og vit eru nógv sum gleða okkum at síggja tykkum komandi árini. 🙂
    Vinarliga Sigrun

    Like

  2. Ja eitt stórt til lukku her frá mær eisini, enn einaferð 🙂 Tað er so stuttligt at síggja, hvussu ágrýtnar og viljasterkar tit eru, og so duga tit eisini so væl at spæla hondbólt og hava so gott hondbóltsskil 😉 Tað býr so nógv gott í tykkum, hondbóltsliga og menniskjaliga, at um tann rætti hugburðirin og frálíka “engangemangi” (sum tit hava í dag) heldur áfram, so kunnu tit røkka langt á øllum økjum.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s