StÍF – Neistin 17-26 (6-14) Neistakvinnur vunnu trygt og eru enn nærri Fm-finalunum

Neistakvinnur kunnu longu í morgin vera komnar í Fm-finalurnar. (Mynd Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 9, Fríðrún Danielsen 3, Birna Johannesen 2, Mariann Petersen 1, Bára Berthelsen 1 og Liljan Gregersen 1

Málskjúttars Neistans: Jacklin Durhuus 7, Marjun Danberg 5, Birita Wardum 4, Lovisa Andreasen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Jenny Kragesteen 2, Bára Hansen 1 og Unnur Danielsen 1  Dómarar: Tummas Juul Thomsen og Magnus í Króki

Neistakvinnur spældur í dag ímóti StÍF uttan Barbaru Brauer, tí hon meiddi sær annan fótin undir venjing hóskvøldið. Av Skála frætta vit í stuttari viðmerking, at verjan hjá neistakvinnum var góð, spælið var hampuligt og skjótálopini riggaðu ikki væl. Men tað allar týdningarmiklasta seinnapartin vóru tó bæði stigini, sum komu til høldar. Ja, so bíða vit øll eftir dystinum í dagn millum Tjaldur og Stjørnuna í Runavík. Vit hava frætt, at Durita Chistophersen er komin úr Danmark at hjálpa Stjørnuni. Niðanfyri er nakað er tekstinum, sum vit skrivaðu fyri dystin í dag.

Neistakvinnur eru í løtuni í spennandi støðu, tí tær kunnu sjálvar gera av, um tær spæla Fm-finalur ella ikki. Seinasti dystur er sunnudagin 10. apríl ímóti Stjørnuni í Havn, men fyri henda dyst kunnu neistakvinnur longu vera komnar í Fm-finaluna. Tí í morgin spæla Tjaldur og Stjørnan í Runavík, og dystin skal Tjaldur vinna til tess at varðveita møguleikan at koma í FM-finalurnar, tí Neistin hevur betri málmun, um Tjaldur og Neistin enda við sama stigatali. Tjaldur hevur eisini torføran dyst í Vági um góða viku. Vinnur harafturímóti Tjaldur á Stjørnuni, so skulu neistakvinnur vinna seinasta dystin ímóti Stjørnuni í Havn. (Vagnur)

Sunset-deildin

StÍF – Neistin  17-26  (6-14) 

Kyndil – VB  24-36

Tjaldur – Stjørnan  24-24

Atlantic Airways-deildin  (Eingir dystir vegna landsdyst)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 23 657 514 143 36
2 Stjørnan 21 592 493 99 35
3 Tjaldur 22 616 532 84 33
4 VB 21 568 550 18 24
5 Kyndil 22 530 586 -56 14
6 VÍF 21 473 586 -113 7
7 StÍF 22 438 613 -175 5

One thought on “StÍF – Neistin 17-26 (6-14) Neistakvinnur vunnu trygt og eru enn nærri Fm-finalunum

  1. Der er ingen tvivl om, at den aura af gejst og vilje som holdet kører på i øjeblikket, vil føre dem hele vejen til finalen.
    Så længe at pigerne spiller som de har gjort de sidste kampe, ser jeg ingen som kan slå dem.
    Kan nævnes at der blev sat scorings rekord i kampen mod Tjaldur, den gamle rekord havde pigerne også tilbage i Oktober på udebane mod StÍF (39 mål).
    Så forsæt bare med at spille “gudebold” resten af sæsonen.

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s