Rósing Rasmussen breyt vinstru hond undir venjing

Rósing skal hava gips um hondina í fýra vikur. (Mynd Vagnur)

19 ára gamli Rósing Rasmussen, sum í næsta mánað fyllir 20 ár, spælir ikki meira í hesum kappingarárinum. Hann var so óheppin at bróta vinstru hond undir venjing. Fyrst skal hann hava gips um hondina í fýra vikur, og síðani skal hann at venja hondina, so hann aftur kann lofta og kasta bóltin. Rósing er ungur evnaríkur spælari, og fyrstu ferð vit veruliga hoyrdi um unga mannin á besta liðnum, var, tá ið neistamenn seinasta heyst spældu altjóða dystir í Serbia, tá ið Rósing spældi sera væl. Síðani hevur Rósing spakuliga bitið seg fastan á vinstra vong í kapping við Sjúrð Thomassen, sum eisini verður brúktur á øðrum plássum. Neistamanningin hevur verið eitt sindur svikalig seinastu dystirnar vegna smáar skaðar. Jugoslav Djumic og Áki Mørk hava ikki spælt, men vónandi eru teir við aftur í næstu viku ímóti StÍF. Neistamenn spæla týskvøldið í næstu viku ímóti StíF á Skála og spæla seinasta dyst fyri Fm-finalurnar ímóti Team Klaksvík í Havn sunnudagin 10. apríl. Rósing má tíverri síggja Fm-finalurnar frá áskoðaraplássunum.(Vagnur)

One thought on “Rósing Rasmussen breyt vinstru hond undir venjing

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s