Neistin 80 ár – Leikbúnin frá 1952 var á føðingardegnum

Malvina, Elsa, Duddan og Helga minnast aftur á búnan frá 1952. (Mynd Páll Horn)

Fleiri eldri spælarar vóru í høllini á Hálsi á 80 ára føðingardegnnum hjá Neistanum, og við eitt borð sótu nakrir eldri neistakonur og tosaðu um leikbúnan frá 1952. Uttan serkunnleika í  gentu- og kvinnumóta, so má sigast, at leikbúnin frá 1952 beinleiðis er “smartur”. Búnin er í einum, so tað er sum at smoykja sær í kedilsdrakt ella kavadrakt, tá ið farast skuldi í neistabúnan. Annars er fitt søga úr Vági, tá ið neistakvinnur vóru har suðuri á vitjan. Tá sóu vágbingar fyrstu ferð hondbóltsspælarar úr Havn spæla í strammum buksum, so tú sást “formarnar” á neistakvinnum, meðan vágskvinnur enn spældu í kjóla. Sagt var, at mannligu áskoðararnir í Vági søgdu við vágskvinnur, at nú kravdu teir, at vágskvinnur vóru eins “smartar” og neistakvinnurnar úr Havn. Var hetta ikki gjørt, komu teir ikki aftur  at hyggja at teimum. Vágskvinnur vóru tá skjótar at seyma sær nýggjan leikbúna. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s