Neistin 80 ár – Neistin hevur verið undangongufelag fram um onnur í føroyskum hondbólti

Tit eru altíð fús at heita á, tá ið tær stóru linjurnar skulu trekkjast upp, og tað er eingin loyna, at ofta hava neistafólk verið bulurin í Hondbóltssambandinum, segði Heðin Mortenen millum annað í heilsanini til Neistan á føðingardegnum. Neistin vil hervið takka Tórshavnar kommunu fyri dygga stuðlinum i virkseminum hjá felagnum. Hátíðarløtan í Høllini á Hálsi var góð. Góður tónleikur, góðar røður og nógv fólk. Nú halda vit fram, har vit sleptu á 80 ára føðingardegnum í gjár. Við teimum nógvu fólkunum, sum virka í Neistanum, hevur felagið bjarta framtíð. Hetta sóu vit á øllum teimum, sum vóru í høllini á føðingardegnum. Lesið føgru orðini borgarstjórin hevði at bera Neistanum. (Vagnur) 

Góðu Neista-fólk! 

Vegna Tórshavnar býráð er tað mær ein gleði at kunna ynskja Neistanum hjartaliga tillukku við 80 ára stovningardegnum! 

Samstundis kunnu vit í Havnini frøast um, at eitt av okkara feløgum, ið ger okkum stolt av at vera havnarfólk, hevur tað gott og enn er eitt sera livandi felag. 

Vit kunnu ongantíð virðismeta ov nógv tað stóra arbeiði, tit í Neistanum gera og hava gjørt fyri børnini, tey ungu og yvirhøvur okkum øll, ið elska ítrótt. 

Neistin hevur verið undangongufelagið fram um onnur í føroyskum hondbólti, og tykkara stóri arbeiðsinnsatsur á so nógvum økjum sæst ikki bara her í Havn. 

Tit eru altíð fús at heita á, tá tær stóru linjurnar skulu trekkjast upp, og tað er eingin loyna, at ofta hava Neista-fólk verið bulurin í Hondbóltssambandinum. 

Hetta boðar frá einum felag, ið alir fólk við stórum alski til hondbóltin og sum ikki eru bangin fyri at taka fatt, tá tey stóru tøkini skulu takast. 

Ikki minst speglast hetta aftur, nú tit av álvara eru farin í holt við at byggja tykkara egnu Neista-høll, ið ikki bara gagnar Neistanum, men øllum hondbóltinum. 

Hetta er eitt so stórt tak, at eg ivist í, um nakað annað ítróttarfelag í landinum hevði megnað tað sama, men tað gera tit! 

Stóra vørumerki hjá Neistanum hevur altíð verið barna- og ungdómsarbeiðið, sum er so neyðugt, skal einum felag vera so langt lív lagað sum tykkara. 

Tað er við teimum smáu spírunum, at tað skal byrjast, tí tá ber altíð til at byggja omaná og halda fram við arbeiðinum nógv ár frameftir. 

Neistin hevur millum ár og dag verið eitt sera nógv vinnandi felag, og júst nú er kanska ikki sørt av FM-fepri farin at gera um seg hjá teimum vaksnu. 

Menninir eru langt síðani klárir til FM-finalurnar, sum verða reinar kommunalar uppgerðir, tí annaðhvørt skulu tit spæla ímóti KÍF ella H71. 

Og kvinnurnar eru av álvara farnar at gera um seg, nú kappingin er farin at halla, og spennandi verður at síggja, um tær klára at vinna sær FM-finalupláss eisini. 

Hartil koma so øll tey yngru liðini hjá Neistanum, ið standa seg so væl, tí tit taka børnini og tey ungu í fullum álvara og leggja alla orku í at venja tey væl og geva teimum gott í beinið.

Ígjøgnum hesi 80 árini hevur Neistin veruliga skarað framúr, og sum tað sær út nú, er eingin orsøk til at halda annað, enn at næstu 80 árini fara at hilnast líka væl. Stórar broytingartíðir hava verið hesi mongu árini, men tit hava dugað at tillagað tykkum og livað við tíðini, so tit altíð hava verið millum tey fremstu á øllum økjum. 

Í dag mugu vit siga, at hetta sanniliga er ein bláur mánadagur í tí serliga týdningi, at hetta er dagurin hjá Neistanum. Vit samgleðast við tykkum og bera ynskja tykkum allarbestu ynski fyri framtíðina, so Neistanum verður eitt langt og gott lív lagað. 

Enn eina ferð: Hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum! So haldi eg, at vit øll skulu rópa eitt trífalt leingi livi fyri Neistanum! 

Takk fyri!

Heðin Mortensen

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s