Neistin 80 ár – Jógvan Arge hevði nógv føgur orð til Neistan á føðingardegnum

Fyrst av øllum fari eg at ynskja hondbóltsfelagnum Neistanum hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Ynski eisini tykkum til lukku, sum standa saman um felagið og íðka hondbólt her. Í innbjóðingini til hátíðarløtuna hevur Neistin givið okkum fríar hendur. Vit kunna halda eina røðu, vit kunna hugleiða ella vit kunna bera fram eina heilsan.

Eg eri fegin um, at eg sum formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar Býráð havi fingið hetta høvi, og eg vænti, at tað, sum eg fari at siga, verður bæði røða, hugleiðing og heilsan. Men eg royni at gera skjótt av.

Tað hevur alstóran týdning fyri Tórshavnar kommunu og fólkið, sum her býr, at vit hava feløg sum Neistan. Feløgini eru veruligir krumtappar í trivnaðinum í kommununi, og vit kunna ikki meta arbeiðið, sum gjørt verður, nóg høgt.

Gamaní er Neistin komin heilt upp í áttati ára aldur, men hóast hesi mongu árini, so livir Neistin enn við sítt fríska lív, og elli sæst ikki á føðingardagsbarninum. Tvørturímóti mugu vit ásanna við gleði og stoltleika, at havnarfelagið Neistin á so mongum mótum er á odda bæði, hvat átøkum, limatali, virksemi og úrslitum viðvíkir.

Onki hondbóltsfelag hevur so nógvar limir og so nógv lið, sum Neistin. Tað hevur kanska onkuntíð kostað at satsa so nógv upp á breiddina, sum Neistin hevur gjørt, men hetta er og verður annar berandi tátturin í einum hondbóltsfelag.

Hin tátturin er úrslitini hjá liðunum, sum luttaka í kappingum, ið helst skula vinnast. Tí táttinum hevur Neistin eisini dugað at lagt seg eftir, og væl hevur eydnast. Fleiri ung lið eru meistarar. Menninir hava spælt seg í finaluna í Atlantic Airways-kappingini og kvinnurnar eru um at spæla seg í finaluna í Sunset. So seint sum í gjár fekk Tjaldrið av at vita.

Neistin er triðelsta ítróttafelagið í Havn og fyrsta hondbóltsfelag í landinum yvirhøvur. Hugsi ikki, at tey ungu fólkini, sum tóku seg saman at stovna Neistan í 1931, heilt høvdu hóming av, hvat fór at spyrjast burtur úr í longdini. Men tøkk skulu tey hava fyri átakið. Tað var eitt heppið bragd ímóti brekkuni.

Hondbóltur var ein nýggj ítróttagrein. Hevði nóg illa fingið høvdið fyri seg, og longu áðrenn hondbólturin var viðurkendur sum sjálvstøðugt sersamband í altjóða høpi, var fyrsta felagið stovnað í Føroyum.

Føroyingar roknaðu tá hondbólt fyri eitt konufólkaspæl. Tað byrjaði í Danmark fyri góðum 100 árum síðani, og tað vóru danskir ítróttamenn, sum fyrstu ferð vístu spælið í Føroyum. Í 1925 hevðí Havnin á fyrsta sinni fremmanda ítróttavitjan. KFUM í Keypmannahavn vitjaði Havnar Bóltfelag og spældi fleiri dystir í Gundadali.

Eitt kvøldið spældu teir hondbólt niðri í Gamla Kommunuskúlagarði. Føroyskir unglingar sóu hendan forkunnuga leikin, og í ferðafrásøgnini hjá KFUM varð sagt, at beint eftir dystin sóust havnarbørn royna seg í hondbóltsspæli kring um í býnum.

Hetta var neistin til hondbóltin í Føroyum. Tað gingu kortini nøkur ár, áðrenn Føroyar fingu sítt fyrsta hondbóltsfelag, men tá varð eisini brotið upp úr nýggjum, tí í upprunalandinum var ikki vanligt at hava serstøk hondbóltsfeløg.

Síðani 1931 er ikki slitnað sundur. Neistin og hondbólturin hava ment seg javnt og samt. Menn fóru eisini at spæla, og sum fráleið sluppu tey ungu heilt niður í pinkulingaldur upp í part.

Hondbóltsdeildir ella -feløg tóku seg upp kring alt landið, so kappingar fingust í lag. Eisini í Havn komu fleiri feløg, og hóast tað er sárt, tá tað brotnar burturav, so er lítil ivi um, at fleiri feløg elva til meiri kapping og størri menning. Vit hava ikki færri enn fýra hondbóltsfeløg í Tórshavnar kommunu. Tey byggja øll so ella so á fyrstu stetlandi royndirnar hjá Neistanum, sum hava vignast væl.

Spurningurin er altíð, hvussu framtíðin verður. Havi skilt, at ein bági í hondbóltinum er, at bæði gentur og dreingir í góðum árum leita sær uttanlands í so stórum tali í senn, at hondbólturin heima hjá okkum hevur ilt við at koma víðari.

Tann sannroyndin er enn eitt argument til landsstýriskvinnuna í mentamálum fyri at styrkja um møguleikarnar at útbúgva seg heima í Føroyum. Fleiri og longri tey ungu verða heima, betri verður Neistin.

Hetta vóru røðan og hugleiðingin og nú kemur heilsanin:

Neistin er væl fyri á 80 ára degnum. Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð ynskir tykkum hjartaliga til lukku við vón um, at alt gongst tykkum væl í framtíðini.

Tórshavnar býur hevur brúk fyri góðum feløgum og hugaðum eldsálum til at skipa fyri sjálvbodnum felagsarbeiði fyri børn og vaksin. Lívið í feløgunum er neyðugur liður í uppalingini og fremur týdningarmiklan trivnað – bæði fyri fólk og bý.

Til lukku við degnum.

Jógvan Arge, formaður í
mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs

One thought on “Neistin 80 ár – Jógvan Arge hevði nógv føgur orð til Neistan á føðingardegnum

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s