Claus Rasmussen, landsliðsvenjari: Púra burturvið at ungur spælari spælir sjey dystir í tvær vikur

Spælari kann missa hugin at spæla hondbólt, sigur Claus. (Mynd Vagnur)

Tá ið kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF spældu, kom ung kyndilskvinna framvið, har  Claus og eg sótu og eygleiddu kvinnudystin. Eg spurdu ungu kvinnuna, hvussu nógvar dystir hon hevði spælt seinastu tvær vikurnar. “Seks dystir í tólv dagar”, var svarið. Síðani hevur hon spælt ein dyst aftrat. “Hetta er ábyrgdarleyst, tí vit vegna skaðar serliga í akslum, knøum og ryggi missa nógvar av spælarunum, sum ikki fáa ta hvíld til tess at mennast. Eisini heilt av leið, at ungir spælarar reika millum fleiri deildir, sigur Claus.

Tað prutlar undir lokinum, tá ið talan er um ungar spælarar. Á limafundi í fjør varð gjørt av, at spælarar yngri enn 21 ár kundu flyta frítt millum bestu deildina og 1. deild, umframt at teir eisini spældu í síni egnu deild. 1. deild skuldi gerast ein menningardeild.

Í eldru gentu- og kvinnudeildunum hava vit Sunset-deildina, 1. deild  kvinnur, U20, gentur 17 ár og gentur14 ár.  Evnaríka kyndilskvinnan, sum vit hittu, hoyrir upprunaliga til í gentum 17 ár, men hon spælir eisini á Sunset-deildini og 1.deild. Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at talan er bara um kyndilsspælarar, men so sanniliga eisini neistaspælarar.

Í Neistanum hendir eisini, at venjarar togast um evnaríkastu spælararnar, meðan aðrir spælarar, sum hoyra til deildina,  ikki sleppa at spæla. Summir spælarar reika rætt og slætt ímillum alt ov nógvar deildir. Nakrar gentur 14 ár hjá Neistanum spæla eisini við gentum 17 ár, men tá ið neistavenjari herfyri vildi hava eina gentu 14 ár at spæla avgerandi dyst í 1. deild, noktaði venjarin hjá gentum 17 ár gentuni at spæla. Og Claus hevur sína meingin um hetta.

Claus Rasmussen, landsliðsvenjari:

-Spælarar mugu í mesta lagi spæla tveir dystir um vikuna, og serliga tá ið teir eru so ungir. Spælarar mugu hvíla, fáa nógmikið av vesku, eta rætt og fáa kroppin í rættlag, áðrenn spælt verður aftur krevjandi dyst. Tað skulu ganga í minsta lagi 48 tímar, áðrenn kroppurin og sálin eru tilreiðar  aftur at taka krevjandi tak.

­-Tað verður togað alt ov nógv í tey góðu “talentini”. Ungur spælari hevur kanska júst spælt góðan dyst, tá ið boð longu eru eftir honum. “Kanst tú hjálpa okkum í morgin”. Ungi spælarin følir seg æraðan og vil ikki siga nei.

-Heldur óskilið fram eisini næsta ár, skulu vit vera vís í, at vit missa nógvar góðar spælarar. Nógvu dystirnir føra til nógvar skaðar, og tað eru serliga knø, ryggur og akslar talan er um. Og siga vit, at ungur spælari fyrst tapir dyst í gentum 17 ár, síðani í 1. deild og skal kanska eisini spæla dyst í Sunset-deildini. Hvussu kann ungi kroppurin og unga sálin seta seg upp til slíkan dyst?. Hetta kann slett ikki lata seg gera.

-Haldi, at fólk hava heilt misskilt 1. deildina, sum skuldi vera ein menningardeild. Spælarar, sum spældu fáar minuttir í bestu deildini, skuldu eisini sleppa at spæla í 1. deild. Hetta er í lagi, men tað kann ikki vera rætt, at venjarar fara heilt niður eftir gentum 14 ár, bara tí dystur skal vinnast í 1. deild hjá kvinnum, meðan aðrir eldri spælarar, sum skulu mennast og hoyra til deildina, sita allan dystin á beinkinum. Tað er so umráðandi, at 1. deildin gerst menningardeild, sum upprunaliga ætlað, har spælarar fáa høvi at vísa, at teir eisini kunnu spæla í bestu deildini.

-Mín vón er, at nevnd Neistans veruliga traðkar til og far skil á hesum til næsta kappingarár. At fólk seta seg saman og leggja ætlan, so at allir spælarar sleppa at mennast og ikki bara nøkur útvald “talentir”. Allir spælarar í felagnum hava rætt at mennast sum spælarar. Heldur núverandi óskil fram,  gerst hetta bara løtuvinningur, og vit koma missa nógvarar ungar spælarar. Summir gevast, tí teir ikki sleppa framat, og “talentini” fáa álvarsligar skaðar og missa gleðina at spæla hondbólt, sigur landsliðsvenjarin Claus Rasmussen at enda.

Mær vitandi hava venjarar nú innsæð, at okkurt má broytast serliga í gentu- og kvinnudeildunum, tí í vetur hevur ikki riggað væl. Onkur nevnir at taka av U20 deildina og fara aftur til gentur 16 ár og kvinnuunglingar. Nú fáa vit at síggja, tá ið eftirmet verður eftir kappingarlok. Haldi eisini, at venjarar skulu kenna sær hógv. Teir seta mangan alt skil til viks til tess at náa úrslitum. (Vagnur)

6 thoughts on “Claus Rasmussen, landsliðsvenjari: Púra burturvið at ungur spælari spælir sjey dystir í tvær vikur

  1. Måske skulle man lave nogle helt klare spilleregler for brug af yngre spillere på ældre hold………
    F.eks at en g.14 kun kan spille med G.17.
    En første års G.17 kan ikke spille med ældre hold.
    En anden års G.17 kan spille med U20.
    En tredje års G.17 kan spille med Sunset og 1 deild.
    Spillere som spiller regelmæssigt på Sunset og 1 deild, kan ikke bruge i U20.
    På denne måde kan man begrænse “udnyttelsen” af vores talenter og forhåbentlig levetids forlænge deres håndbold liv.
    Samt give mulighed til de mindre åbenlyse talenter til at udvikle sig.

    Min personlige mening er at vi skal frem til modellen som hedder U16, U18, og U20.
    Som nu er den fysiske forskel generelt for stor i G.& Dr.17, mellem de ældste og de yngste.
    Ved at ændre til 2 årige alders grupper, så vil man også få et flow hvor spillerne vil få et år sammen hele vejen op i gennem holdene.
    Samt give de 18 årige et ekstra år hvor de kan udvikle sig inden de banker på døren til Sunset og AA, mange af dem ikke slipper igennem nåleøjet og forsvinder uden at have fået chancen.
    En anden ting er at U20 turneringen som nu er, har mistet lidt af sin værdi som talent udvikling.
    Som jeg ser det er der så mange forskellige indgangsvinkler til U20 fra de forskellige klubber (Mænd).
    Kyndil trak deres hold, selvom der er spillere nok.
    Neistin tillægger ikke U20 nogen værdi, AA spillerne bruger det som rekreation hvor de kan spille uden ansvar.
    VIF, KIF og H71 spiller om medaljer, med stærkeste opstilling (AA spillere).
    Så det er den enkelte klub som selv sætter ambitionerne for U20 turneringen.

    Ungdoms lands holds træningen sejler lidt i nogle alders grupper, der bør HSF sørge for en bedre opfølgning.
    Det er jo de samme talenter som bliver kørt hårdt i klubberne som også spiller på ungdoms landsholdene; dvs. vores fremtidige landsholds spillere.
    Jeg kunne godt tænke mig at der bliver brugt mere energi på foredrag om kost, hvile, rigtig styrke træning, teknisk håndbold træning osv.
    De unge landsholds spillere skal have “lektier” for som de træner imellem samlingerne.

    Mener også at HSF hjemmesiden burde være mere spiller relateret.
    Der er så mange artikler om fysisk træning, skader, forebyggende træning, teknisk træning, links osv., som man kunne lægge ud på HSF siden.

    Mulighederne er mange, ideerne er sikkert også mange.
    Dette er så mine tanker rundt vores mange talenter.

    Like

  2. Hey Vagnur
    Unga kyndilskvinnan tú hevur tosað við, hevur ikki spælt 7 dystir uppá 2 vikur, og tú/tit høvdu kannað tað vistu tit betri.
    Hjá okkum er tað tíannverri so, at vit hava ikki nokk av spælarum til at mannað eitt Sunset lið, og hava tískil brúkt ungar spælarar frá g17 til at fylla restina av plássinum.
    Í høvuðsheitum spæla bara teir eldru spælararnir, og tær ungu koma inn, tá eldru hava brúk fyri hvíld.

    Tá tað kemur til 1. deild hava allar g17 spælt í tí deildini. Har hava verið nakrir góðir dystir serliga millum Neistan , STíf og Kyndil. Nú kappingin er um at vera liðug, eru liðini øll jøvn, og tað kemur at verða innanhýsis dystir, sum avgera meistarheitið.

    Haldi eisini, at dystinir millum Kyndil og Neistan í G17 og í 1. deild kvinnur hava verið nakað heilt serligt í ár. að hava verið nógv fólk til allar dystinar, og hava vit sæð nakrar góðar dystir,væl spældir, spennandi, intensir og sum oftast avgjørdir í síðstu løtu.
    Tað haldi eg hevur verið mennandi fyri øll tey, sum hava verið um liðini, og ikki minst spælararnar.

    Neistin og Kyndil hava góð ungdómlið innan kvinnudeildina, og tað skulu vit gleðast um. Møguliga onkrar av hesu ungu gentum koma at spæla á Sunsetliðinum hjá Neistanum og Kyndli í framtíðuni.

    Jónleif Sólsker

    Like

  3. Sera áhugaverdar og aktuellar viðmerkingar. Eri púra samdur við Claus viðv. brúk/misbrúk av ungum leikarum og ivist eg ikki í, at allir vit venjarar kenna til hvat venjing, hvíld, kostur v.m. hevur at siga fyri leikararnar, her eru bara so nógv “men”.
    Tað er altíð gott at hyggja inneftur, áðrenn man fer at peika eftur øðrum og nevnur Claus týdningin av hvíld ímillum dystir. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi ímillum venjingar. Og tá landsliðini eru saman, venja tey fríggjakvøld frá kl. 19 -21 og so aftur leygarmorgun frá kl. 09 – 12, so her skal ein kreativ roknimaskina til fyri at fáa roknistykkið at ganga upp viðv. hvíld ímillum venjingarnar !!!
    Ein av stóru trupulleikunum er nøgdin ( talið ) av leikarum í ymsu feløgunum í lutfalli, hvussu nógv lið feløgini melda til kappingina í ymsu deildinum. Her verða ( mær vitandi ) venjararnir ikki efturspurdir.
    Tað áliggur venjarunum, at liðini møta til dyst, ( kostnarmikið ikki at møta ) og man stillar sjálvandi í sterkasti uppstilling, um tað er møguligt. Tað áliggur kappingarnevndini hjá HSF at áleggja dystir soleiðis, at teir ikki koma í klammarí við hvønn annan.
    Tað hevur sitið eitt úrval í HSF og gjørt ymisk uppskot og tankar ( frálíkt arbeiðið ) um menning v.m. og nevnir Claus hesar tankarnar viðv. leikarum undir 20 ár. Trupuleikin her er bara tann, at fær man ikki feløgini við uppá at útføra hesar tankar, ja so kunnu úrvæl, venjarar og onnur sita og hava góðar tankar herífrá og til mánan, men onki broytist !!!
    Hava feløgini melda aftur, at tey eru samd, í at 1. deild er ein menningardeild ? Ella eru hetta bara tankar hjá onkrum vælmeinandi ?
    Aftur til kappingarnevndina : – hví kann man ikki finna út av at leggja dystir í 1. deild og U20 í tíðarskeiðunum tá Sunset liggur still ( onkuntíð er tað bæði 2 og 3 vikur ímillum dystir í Sunset), ella er tað tá landsliðsvenjararnir í skullu sleppa at brúka/misbrúka hesar ungu yvirbelastu leikararnar ???
    Jú teori er góð men praksis ikki altíð so einkul !!!
    Aktuella dystarprogrammið hjá neistakvinnum hesa vikuna : sunnudag 13. ( Sunset ), mánadag 14. ( 1. deild ), mikudag 16. ( Sunset ), fríggjadag 18. ( U20 ), sunnudag 20. ( Sunset ), týsdag 22. ( 1.deild ) og eru tað 5 leikarar, iðí ganga aftur í øllum dystunum ( 6 dystir í 10 dagar ). Tað er álagt okkum at møta upp ( Sunset og 1. deild spæla um topppláss ) og er tað “fair-play” ímóti okkum, at vit verða noydd at spara onkran leikara her ella skal eg velja at misbrúka hesar ???
    P.s. Síðan umleið 1. dec í 2010 havi eg havt ábyrgdina av 1. deild kvinnum hjá Neistanum, og er tað ongin 14 ella 15 ára gamal leikari sum hevur fingið boð frá mær um at leika á 1. deildar liðnum, so hatta er beinleiðis lygn !!!
    Birgir Hansen
    Venjari hjá Sunset í 1. deild kv. hjá Neistanum

    Like

  4. Hey
    Gevi Claus fullkomuliga rætt. Hevði eitt innlegg, tá ið vit viðtóku nýggja leistin, um at hetta var við at oyðileggja ungar spælarar. Venja minst 2 til 3 ferðir um vikuna og spæla minimum 2 dystir, men tað bleiv grinið at mær frá nógvum síðum og frá fleiri venjarum, um at man hvørki vandi ov nógv ella spældi ov nógv. So góði Claus, tú mást gera eitt stórt arbeiði at sannføra hesi fólk, um at tað eisini skal vera stuttligt at spæla hondbólt. Havi bønað og biðið fólk um at broyta aldursbólkanar. Taki undir við, at man fer aftur til tað gamla, har vit taka U20 vekk og fara niður til g/d-16 og k/m unglingar. Eg veit ikki, um man kanska skuldi hækka aldurin hjá unglingum til 19 ár. Veit bara, at vit mugu seta okkum niður og fáa skil á hesum. Tað er okkura ábyrgd, at vit ansa eftir okkara spælarum og ikki skaða teir við ov nógvari venjing og ov nógvum dystum.

    Like

  5. Fyri tað fyrsta vil eg siga, at hetta er gott orðaskifti, men er tað ikki farið sindur av kós???
    Fyrst sigur Jónleif, at tað ikki passar, at hesin spælarin hevur spælt so nógv, og so sigur Birgir at tað er lygn, at eg ikki eri blivin ringdur upp, um at ein av minum spælarum kundi vera við í 1 deild??? Skal eg so siga, at tað er lygn sum Birgir sigur???
    Eg haldi heldur, at vit skula finna kósina aftur og brúka okkara orku uppá at gera tað betri fyri teir ungu leikararnar. So kunna vit kanska hugsa um, hví vit venjarar fara í eina so sterka verjustøðu, tá ið hetta evni kemur á vøllin?????

    Like

  6. Hey Kári og restin!
    Veit ikki, um hetta er farið av sporinum, men tá greinin sipar til, at tað líkist svartasta ongum at lata spælarar spæla so nógvar dystir, og at venjararnir í Neistanum og Kyndli eru ábyrgdaleysir, ja so kemur sjálvandi eitt slag av mótálopi.
    Vit royna øll at fáa sum frægast burtur úr. Eisini sjálvt um kappingin er løgd soleiðis, at tað næstan er ógjørligt at fáa alt at hanga saman.
    Kappingin og aldursbólkar mugu endurskoðast.
    Sigrun

    Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s