Neistin 80 ár – Elsti partur av søgu Neistans byrjar í miðbýnum

Í skúlagarðinum spældi ungdómur longu hondbólt seinast í 20-árunum. (Mynd Vagnur).
Í 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt.

Í ítróttatíðindum frá 1956 sigur fyrsti formaður Neistans, Andreas Mouritsen, at áhugin fyri hondbólt í Føroyum stavar óivað frá, tá KFUM í Keypmannahavn í 1925 vitjaði í Føroyum við einum fótbóltsliði. Donsku fótbóltsspælararnir spældu eisini til stuttleika hondbólt í skúlagarðinum á Vaglinum. Helst hevur føroyski ungdómurin tá tikið hondbóltsspælið til sín, tí áðrenn Neistin varð stovnað 21. mars 1931, minnast elstu neistakonur, tá tær sum smágentur sóu føroyingar spælar hondbólt í skúlagarðinum. Eftir stovnanina 21. mars 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt í horni á fótbóltsvøllinum.

Í nógv ár hevur niðari myndin hingið í heiminum hjá Onnu Hansen í Gundadali. Myndin er frá 1944, og tað eru miðvágskvinnur, sum spæla ímóti kvinnum úr Klaksvík. Anna Hansen, sum er kona Sverra Trónd, sála, er úr Miðvági og hevur sagt mær nógv hondbóltstíðindi úr heimbygdini, har stórur áhugi var fyri hondbólti. Óivað hevur bretska hersetingarvaldið ikki loyvt hondbóltsspælarum á sjálvan hondbóltsvøllin, tí bretskir hermenn hildu til har á leiðini. Myndin er ógvuliga sjáldsom, tí eg havi bara sæð ta einu myndina, har spælt verður hondbólt í fótbóltsvøllinum í Gundadali.

Andreas Mouritsen, formaður, sigur víðari, at tað vóru fyrst og fremst gentur, sum frá byrjan spældu hondbólt, meðan dreingirnir dámdu betur at spæla fótbólt. Men hyggja vit í hagtølini, so fór landskappingin bæði fyri mannfólk og konufólk av bakkastokki í 1943. Og stuttligt er at síggja í hagtølunum, at tað var mansliðið hjá StíF, sum vann Fm-heitið fyrstu trý árini í 1943,1944 og 1945. Neistamenn vunnu sítt fyrsta Fm-heitið í 1949. Leggjast kann aftrat, at í Neistanum vóru fyrstu árini bara eitt manslið og eitt kvinnulið, men seinni kom eisini kvinnulið í 2. deild. Ikki fyrr enn í 1963 spældu dreingir og gentur fyrstu ferð um Fm-heitið, so tá í tíðini var lættari at skipa felagið.

Meðan vit eiga nógvar gamlar myndir av kvinnuliðum líka frá stovnanini av felagnum, so skortar við myndum av mansliðum. Hetta sigur so mikið, at menn spældu fyrst og fremst fótbólt. Vit leita framvegis eftir myndum av neistamonnum, sum vunnu Fm-heitið í 1949, 1953 og 1955, men tíverri er enn ikki eydnast okkum at finna nakra mynd. At enda eitt sindur av kunning til tey ungu, sum lesa greinina: Tá ið nevnt verður skúlagarðurin á Vaglinum, so hongur hetta saman við, at gróthúsið, har býráðsumsitingin og borgarstjórin heldur til, var til 1956 kommunuskúlin í býnum. Í 1956 var núverandi Tórhavnar kommunuskúli tikin í nýtslu, og vakra gróthúsið bleiv brúkt til annað endamál. (Vagnur)

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s